Føroyski dómadagsmálmsbólkurin Hamferð og íslendski víkingamálmsbólkurin Skálmöld fara á konsertferð saman í tvær vikur í juli 2011. Konsertferðin ber heitið Ferðin til Heljar. Fyrsta vikan av konsertferðini verður hildin í Íslandi, har konsertir vera í Reykjavík, Húsavík og á Eistnaflug festivalinum í Neskaupstaði. Tann seinna vikan verður í Føroyum, har báðir bólkarnir spæla á Tvøroyri, í Tórshavn og á G! Festivalinum í Syðrugøtu.
Týsdagin tann 12. juli spæla Hamferð, Skálmöld og Incurse á Seglloftinum á Tvøroyri.