Á vári 1991 hittast tríggir 17-18 ára gamlir dreingir í einum venjingarhølum á Kastanie Efterskole í Keypmannahavn. Kasper Eistrup, Asger Techau og Mads Tunebjerg sita beinanvegin væl um sátt, og gera av at seta ein tónleikabólk á stovn á eftirskúlanum.
Lítið vita donsku tannáringarnir í 1991, at teir komandi 13 árini fara at vinna seg fram í fremstu røð í donskum rokktónleiki. Fyrst í nítiárunum herjar ein sonevnd grøn tónleikabylgja í Danmark. Dizzy Miss Lizzy, Psyched up Janis, Passion Orange, Mother of Mary og Kashmir eru bólkarnir, ið slóða vegin fyri grønu bylgjuni. Í dag er tað bert Kashmir, ið hava havt neyðuga hegnið at halda á.
13 ára langa ferðin hjá Kasper, Asger og Mads rúmar væl fleiri sigrar enn tap, og nú vit skriva 2004 er bólkurin ovast á tindinum og loksins á gáttini til altjóða gjøgnumbrotið.
Á øðrum plássi
Fyrst í nítiárunum fær grungetónleikurin veruliga fastatøkur á altjóða tónleikapallinum. Bólkar, sum Nirvana, Soundgarden, Faith No More, Red Hot Chilli Peppers, Pearl Jam og aðrir gerast heitastu nøvnini í tónleikaheiminum. Grungetónleikurin setir eisini sín dám á tónleikin hjá Kasper Eistrup, Asger Techau og Mads Tunebjerg fyrst í nítiárunum.
Hóast nógv ávirkaðir av grungebólkunum, leggja limirnir í Kashmir nógv fyri at finna sín sermerkta stíl. Kashmir spæla fyrstu árini harðan undirgrunds rokktónleik. Tónleikastílin fyrstu árini kalla limirnir í Kashmir fyri Groovecore.
Í 1993 fær bólkurin fyrsta gjøgnumbrotið. Í kappingini DM Rock endar Kashmir á øðrum plássi aftanfyri Dizzy Miss Lizzy. Seinni sama ár fær bólkurin fyrsta plátusáttmálan.
Góð debut
Fyrsta fløgan, Traveloque, kemur út í februar í 1994. Ummælarar lata væl at, og fløgan selur væl. Í 1994 spæla Kashmir fyri fyrstu ferð á Roskilde- og Midtfyns festivalinum. Í 1996 lata teir tríggir limirnir í Kashmir aðru fløguna úr hondum.
Cruzential er meira innilig enn fyrsta fløgan. Fløgan er eisini vælumtókt, og vinnur fleiri gull plátur. Bæði í 1996 og 1997 spælir bólkurin fyri fullsettum hølum.
Við fløgunum Travelogue og Cruzential staðfesta Kashmir sína støðu sum eitt av heitastu donsku nøvnunum innan danskan undirgrundstónleik.
Góða árið 1999
Seinast í nítiárunum leggja limirnir í Kashmir á annan bógv. Tónleikurin gerst bleytari og meira kensluborin. Løgini gerast eisini meira gjøgnumførd og lurtaraskarin gerst væl størri. Fyrstu smakkiroyndina av tónleikaskiftinum hjá bólkinum fáa fjeppararnir í 1999, tá fløgan, The Good Life, kemur á gøtuna.
Ummælarar eru á gosi. Fløgan verður skírd at vera ein varði í donskum rokk tónleiki. Kashmir vinna seks grammy-heiðurslønir fyri fløguna, og Politiken, Jyllands-Posturin og BT kjósa fløguna til ársins fløgu 1999.
Við hittum sum Mom in Love, Graceland, og Lambshade røkkur bólkurin í 1999 tindinum í donskum rokktónleiki. Fløgan selur yvir 100.000 eintøk. Hon verður givin út í trettan londum í Evropa, og Kashmir fer á eina drúgva konsertferð at promovera fløguna.
Til konsertferðina kemur sviin Henrik Lindgaard upp í bólkin, og Kashmir fer frá at vera ein trio til eina kvartett.
Nýggjasta verkið
Í 2003 kemur fjórða fløgan frá Kashmir á marknaðin. Zitilites( City Lights) strýkur beinleiðis á fyrsta plássið á donsku sølulistunum. Fløgan vinnur eisini fleiri grammy-heiðurslønir á Danish Music Awards 2004. Ljóðið á fløguni er einfalt, turt og inniligt.
Løg sum Rocket Brothers, Surfing Warm Industry og The Aftermath eru javnan at hoyra á tónleikarásini, MTV. Fløgan verður útgivin í 19 londum, og bólkurin fer aftur á eina drúgva konsertferð.
Zitilites er ikki eins kommersiel sum undanfarna fløgan, The Good Life, men við nýggjasta verkinum er altjóða gjøgnumbrotið langt um leingi við at gerast veruleiki.
Keldur: Fra Nirvana til Rocket Brothers, Gaffa, 2004.
Heimasíður: kashmir. dk, gaffa.dk, og dr.dk










