Ferðin gongur til Føroya

Turen går til Færøerne er heiti á bók, sum Politikens Forlag gav út í dag. Hetta er sætta útgávan av donsku bókini um Føroyar sum ferðamannaland. Tað er Lisbeth Nebelong, sum hevur skrivað bøkurnar Når engle spille Mozart og Færøblues, ið hevur skrivað nýggju ferðamannabókina.

Turen går til Færøerne er lík undanfarnu útgávunum og lýsir Føroyar sum ferðamannaland, greiðir frá ferðamálum, matstovum, listasøvnum og øðrum hentum upplýsingum til ferðafólk. Eisini verður nomið stutt við søgu okkara, fortíð og nútíð. Júst sum við øðrum bókum í Turen går til-røðini.

Lisbeth Nebelong, sum hevur búð í Føroyum í tveimum umførum, umframt at hava vitjað nógv í Føroyum, segði í samband við bókaútgávuna í Føroyahúsinum í Keypmannahavn seinnapartin í dag, at nýggja bókin var tiltrongd, tí tað er hent so nógv í Føroyum seinastu árini.

Umframt Lisbeth Nebelong, hevði stjórin á bókaútgávuvirkinum Søren Sattrup orðið eina løtu í Føroyahúsinum. Harumframt framførdu Høgni Lisberg og Annika Hoydal nøkur løg hvør, umframt at gestirnir fingu høvi at smakka føroyskt øl og sushi.

Fleiri myndir frá bókaútgávuni í Føroyahúsinum í dag koma á portal.fo í morgin.