Tel-Aviv, Ísrael: Sum um tað ikki var nóg mikið við teimum ætlaðu 18, so noyddist landsliðið at taka til takkar við, at enn tveir tímar vórðu løgdir oman á ferðingina, áðrenn troyttu spælararnir kundu tørna inn á Hotel Sheraton í Tel-Aviv.
Orsøkin til hetta var fyrst og fremst, at flogfarið, sum skuldi taka spælararnar úr Kastrup til Zürich, varð nakað seinkað. Tey flestu í ferðalagnum mundu bera ótta fyri, at talan skuldi verða um eina yvirnátting í Sveis, tá tað umvegis hátalararnar ljóðaði, at ferðafólk, sum skuldu víðari til Tel-Aviv, skuldu seta seg í samband við móttøkuna beinanvegin, sum lent varð.
Men so galið gjørdist tað tó ikki. Alt fyri eitt fekk ferðalagið boð um, at tey skuldu skunda sær yvir í Airbussin, sum skuldi føra ferðalagið víðari, og nakað seinni kom so eisini viðførisvognurin við øllum kuffertunum, soleiðis at einki restaði í, tá flogfarið loksins fór á flog.
Og so var bara aftur at bíða. Ferðalagið, sum nú var fullmannað, var nú av álvara um at møðast, men nakrir tímar vóru kortini eftir. Ikki fyrr enn um fimm-tíðina lokala tíð, t.e. kl. 3 í Føroyum, kom bussurin við spælarunum til hotellið, og einki er at ivast í, at teir hvør sum ein tørnaðu beint í song.
Leygarmorgunin fingu teir so loyvi at sova leingi, men nakað fyri døgurða var útpurring á skránni.
Mikudagin seinnapartin stóð so fyrsta venjingin á skránni, og her mugu spælararnir so fara at venja seg við tungu luftina í býnum. Um dagin liggur hitin um tey 30 stigini, men hóast dysturin verður spældur á kvøldi, so er talan hóast alt framvegis um 24 stig, og við høga vætuinnihaldinum í luftini kann tað tí framvegis gerast meira enn heitt hjá okkara monnum til ta tíð.