Ferðin er høg

Størsti munurin er leikferðin, heldur Klæmint Matras um tað at spæla í europeiskum høpi.

Ein av ungu B36 leikarunum, sum fyri fyrstu ferð slapp at royna seg í Europa-Cup hóskvøldið, var miðvallarin, Klæmint Matras.


Harðliga viðferð

Mest merkisverda við avrikið hansara var, hvussu ósmæðin hann fót inn í nærdystirnar við mótstøðumenninar, og hóast hetta kostaði nakrar ordiliga frammaná, so tóktist hetta ikki at nerva unga leikaran.

Hann helt tó, at fyri hansara viðkomandi hevði talan verið um ein sera harðan dyst, men kortini var tað ikki, sum hann beit mest merki í.

Munurin á ferðini er øgiliga stórur, tá tú spælir her, og so í landskappingini.

Hinvegin heldur Klæmint, sum júst er um at verða fastur fúsur á B36 liðnum, at B36 kann brúka dystin til nógv positivt framyvir:?

- Sjálvsálitið er nógv betri nú, og mál okkara eigur nú at vera at vinna teir dystir, sum eru eftir at spæla. Fer man ikki eftir tí, kann man akkurát tað sama lata vera við at spæla fótbólt, helt hann um komandi uppgávurnar.

Uppgávur, har hann so avgjørt ætlar sær at verða ein partur av loysnini.