Fer ikki upp á kompromis við andaligu sannføringina

– Tjóðveldisflokkurin hevur fylgt ómetaliga nógv hjá mær, men tað andaliga hevur altíð havt eitt størri pláss, og eg meti ikki, at eg kann kompromis við tað, sigur Karsten Hansen um avgerð hansara um at fara úr Tjóðveldisflokkinum

Eftir tingfundin í gjár savnaðist tingmanningin hjá Tjóðveldisflokkinum, tí næstformaður floksins hevði eini boð at bera teimum. Hann tók seg úr flokkinum, sum ein beinleiðis avleiðing av, at málið um at fáa kynsliga orientering í skoytta upp í grein 266b í revsilógini, varð samtykt. Eitt mál, sum floksfelagar hansara, Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmøk, vóru uppskotsstillarar til.
– Hetta hevur verið ein ómetaliga trupul avgerð at taka, tí Tjóðveldisflokkurin hevur alt tað eg kann minnast verið ein partur av mínum gerandisdegi, sigur Karsten Hansen um avgerðina.

Lurtaði eftir samvitskuni
Spurningurin er so hví Karsten Hansen metir, at tað er neyðugt at taka seg úr flokkinum? Fyri Karsten Hansen er svarið einfalt.
– Tjóðveldisflokkurin hevur fylgt ómetaliga nógv hjá mær, men tað andaliga hevur altíð havt eitt størri pláss. Eg meti ikki, at eg kann kompromis við tað, og tí havi eg lurtað eftir míni samvitsku, greiðir Karsten Hansen frá.
Karsten Hansen fer nú at hugsa um hvussu hansara framtíð kemur at síggja út, og hevur ikki tikið nakra avgerð um hann fer í annan flokk ella ikki. Kortini sigur hann so mikið sum, at hansara politiska sannføring enn er hin sama, og tjóðveldishugsjónin er tað, politiska hjartað hansara bankar fyri.