Formaðurin í konservativa flokkinum í Bretlandi, Iain Duncan Smith, gjørdi á landsfundi floksins hósdagin greitt, at hann hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær. Tvørturímóti ávaraði hann sínar floksfelagar ímóti at leggja seg í vegin fyri, at hann og flokkurin kunnu endurvinna stjórnarvaldið í Bretlandi.
Formaðurin hevur verið fyri hvøssum atfinningum í seinastuni, og á landsfundinum hava fleiri røddir verið frammi um at fáa flokkinum annan formann. Nógvir flokslimir ásanna, at formaðurin hevur ikki megnað at leiklutin sum andstøðuleiðari, og at flokkurin heldur ikki virkar, sum ein rættiligur andstøðuflokkur eigur at virka. Men Iain Duncan Smith lat sínar floksfelagar vita, at eingin skal ditta sær at bjóða honum av.
-Annaðhvørt fylgja tit mær, ella fylgja tit Tony Blair. Tað er eingin annar møguleiki. Komið við ella farið hiðani. Vit hava eina uppgávu at loysa, segði konservativi floksformaðurin.