Fer ikki at telja haru í ár

Hann hevur lagt nógv arbeiði í at útvega virðismiklar upplýsingar um haruveiði í Føroyum, men nú hevur hann ikki tíð longur

 

Lívfrøðingurin, Eyðfinn Magnusen, fer ikki at skráseta haruveiðina í Føroyum aftur í ár.

 

Tað hevur hann annars gjørt trúliga hesi seinastu trý árini. Men tað hevur alt verið í frítíðini, og nú hevur hann ikki stundir til hetta arbeiði longur, sigur hann.

 

Um eina góða viku, mánadagin 2. november, er aftir loyvt at skjóta haru og hesi trý seinastu árini hevur Eyðfinn Magnussen savnað saman tøl um føroysku haruveiðuna.

 

- Hetta arbeiði havi eg gjørt í mínar frítíð, gerandisdagar eftir arbeiðstíð og so  leygarkvøld og sunnukvøld. Ikki so fáar nætur eru eisini i brúktar til hetta arbeiðið, sigur hann.

 

Hvørt ár hevur hann lovað, at hetta gjørdi hann ikki aftur. Men hann sigur, at tað hevur verið avbera spennandi og tað hevur eisini havt stóran áhuga hjá fólki, bæði hjá teimum, sum skjóta harur og teimum, sum ikki skjóta, og tað hevur verið drívmegin arbeiðnum.

Hann sigur, at í 2013 brúkti hann makrar hundrað tímar vóru nýttir av frítíðini í november, desember og januar til hetta arbeiðið.

 

Frágreiðingarnar, hann hevur skrivað um haruveiðina, hava verið drúgvar.  í 2014 skrásetti hann tilsamans 1.123 harutúrar í 348 hagapørtum í Føroyum. Tað verður so nógv skrásett hvørja ferð, at tilsamans  skuldi hann skrivað slakar 8.000 upplýsingar inn á telduna, og tað tekur drúgva tíð.

 

Tí hevur  hann ætlað at gera eina heimasíðu, har harumenn sjálvir beinleiðis skriva síni úrslit inn í eina dátugrunn.

 

Tað er eisini ætlanin, at fólk skuldu kunna síggja tey ymisku úrslitini kring landið so hvørt sum harumenn skrivað úrslitini inn á síðuna.

 

Men eisini tað hongur í leysum lofti, tí ongin peningur er til eina slíka heimasíðu, og Eyðfinn Magnussen er ikki sinnaður at rinda tær 15.000 – 20.000 krónurnar, tað kostar, úr sínum egna lumma, og tí verður ongin haruveiða skrásett í ár, sigur hann.

 

Hinvegin heitir hann á harumenn um at sena honum úrslitið, tá ið harutíðin er av, tí so er tað ikki so arbeiðskrevjandi. Hann hevur gjørt eitt skema til endamálið, sum kann útvegast frá honum.