Í Sosialinum týsdagin lovaði fíggjarmálaráðharrin at taka hvørt orð um ríksiveiting og skiftistíð burturúr uppskotinum um Búskapargrunn Føroya, um hetta kundi skapa grundarlag fyri einari breiðari semju í løgtinginum.
Hetta tykist at hóva formanninum í Javnaðarflokkinumn, sum í blaðnum í dag sigur seg bíða eftir fundarboðum frá fíggjarmálaráðharranum. Men lyftini um at skilja skiftisgrunnin burturúr Búskapargrunni Føroya broyta ikki støðuna hjá Sambandsflokkinum, og flokkurin ætlar sær framhaldandi ikki at vera við til at gera eina breiða semju um búskapargrunnin.
? Tjóðveldisflokkurin hevur alt valskeiðið staðið nógv nærri at javnaðarflokkinum enn at okkum. Tað hevur nokk allatíðina verið ætlanin hjá Tjóðveldisflokkinum at fáa Javnaðarflokkin at taka undir við fullveldisætlanini, so tí er skiljandi at teir nú royna at lokka við so at siga at umdoypa grunnin. Men vit vita væl at endamálið við grunninum framhaldandi er at fíggja fullveldið, og tað vilja vit sjálvsagt ikki vera við til, sigur Lisbeth L. Petersen, formaður í Sambandsflokkinum.
Formaður Sambandsfloksins sigur seg einki álit hava á sitandi samgongu og tí er hon ikki sinnað at samstarva við samgonguflokkunum um ein grunn til oljuinntøkur, hóast hon ikki heldur ein slíkan vera nakra vánaliga loysn.
? Ein oljugrunnur er sum fyribrigdi ein góð loysn fyri føroyska búskapin um oljupengar fara at streyma inn í landið. Men sum er veit ongin, um tað yvirhøvur koma nakrar veruligar oljuinntøkur, og tað stendur øllum greitt, at tað gongur lang tíð frá at olja møguliga verður funnin, til rættilig framleiðsla fer í gongd. Tí hevur tað ongan skund í løtuni at seta ein oljugrunn á stovn, sigur Lisbeth L. Petersen, sum er sinnað at fara í kjak við allar flokkar um ein oljugrunn, men ikki at samtykkja nakað uppskot enn.
? Eg haldi ikki, at sitandi samgonga skal seta grunnin á stovn. Tað kann bíða, sigur Lisbeth L. Petersen formaður Sambandsfloksins í viðmerking til lyftini hjá Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, um at broyta uppskotið um Búskapargrunn Føroya til tess at fáa eina breiða semju í lag í tinginum fyri uppskotinum.