Fer ikki at sakna gomlu farleiðina um fjørðin

- Tað hava verið nógvir góðir og minni góðir túrar um fjørðin, og tað verður løgið ikki at fara í bát, tá tú fert av oynni, sigur Fridrikka Maria Jensen

 

Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin er latin upp?

- Hetta er ein sera spennandi tíð, og eg vænti, at nógv fólk fara at koma suður, sigur Fridrikka Maria Jensen á Sandi.

Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna? 

- Eg vænti og vóni, at fleiri fólk flyta í oynna, nú ferðasambandið ikki verður sjóvegis, og at fleiri ung fara at støðast í oynni.

Sært tú nakrar vansar við fasta sambandinum, sum nú verður? 

- Tað er ilt at siga, men um so verður, mugu teir takast upp og loysast.

Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um Skopunarfjørð? 

- Tað hava verið fleiri góðir og minni góðir túrar um fjørðin, og tað verður løgið ikki at fara í bát, tá tú fert av oynni.

Fridrikka Maria Jensen sigur, at hon fer ikki at sakna gomlu farleiðina, men gleðir seg heldur til, at tað verður koyrandi av oynni og í oynna.