Fer ikki at gera tað ólógligt at brúka vørur úr plast

– Hvat eru alternativini, spyr landsstýrismaðurin

Tað verður ikki ólógligt at brúka einnýtisplast í Føroyum. Tað ger Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhørvismálum, greitt, nú Løgtingið skal taka støðu til eitt uppskot frá Ingilín Didriksen strøm, løgtingskvinnu um at seta bann fyri at brúka einnýtisplast, har tað ikki er neyðugt.

Í hesum sambandi hugsar hon um tallerkar, koppar, lok, súgvirør og annan borðbúnað, umframt vattpinnar, og annað.

Sostatt skal tað bara verða loyvt at brúka tað á sjúkrahúsum, og aðrastaðni, har tað er neyðugt.

Samgongan tekur ikki undir við málinum, tí tey vísa á, at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, arbeiðir longu við at seta ymisk tiltøk í verk, sum skulu minka um nýtsluna av plasti.

Tí halda tey, at tað er óneyðugt at samtykkja hetta uppskotið.

Les meiri um tað her: Óneyðugt at seta bann fyri plasti beint nú

Men samstundis ger landsstýrismaðurin vart við, at hann fer ikki banna ymsum sløgum av einnýtisplasti við lóg.

– Vit mugu hava vissu fyri, at vit gera tað rætta, og at tað, sum vit seta í verk, ger mun, sigur hann.

Og hann er nevniliga ikki vísur í, at tað er nøkur loysn at seta bann fyri at brúka einnýtisplast.

Hann spyr, hvat alternativini eru. Skulu vit ikki brúka borðbúnað úr plasti, skulu vit brúka borðbúnað, sum skal brúkast umaftur og umaftur, sigur hann.

Og tann borðbúnaðurin skal vaskast upp. Aloftast er verður uppvaskimaskan brúkt, men har er sápan so sterk, at tað eru ikki øll sum tola at hon kemur í sambandi við húðina.

– Bara á Skálafjørðinum fer vatn og sápa úr einum 1.000 uppvaskimaskinum á sjógv um dagin, og eg ivist í, hvussu umhvørvisvinarligt tað er, sigur Helgi Abrahamsen.

Og hann vísir eisini á, at uppvaskimaskinan brúkar streym, sum fyri ein part, er gjørdur við tungolju og tað bøtir heldur ikki um, heldur hann.

Hann hevur somu støðu viðvíkjandi plastposum. Hann vísir á, at vanliga verða plastposar brúktir fleiri ferðir, tí tá ið fólk hava verið til handils, verður posin goymdur og brúktur til skrelliposa, og so verður hann brendur.

– Skulu vi fara til handils við toyposa, mugu vit ístaðin keypa eina rullu av plastposum til skrellispannina, og so er spurningurin, hvat vit hava vunnið, heldur hann.

– So tað er alla tíðina ein spurningur um, hvat vit vinna, og hvat vit missa við teimum ymsu tiltøkunum, vit seta í verk, sigur Helgi Abrahamsen.

Og sum hann segði tá ið Løgtingið eisini umrøddi málið nakað fyri jól, hevur hann eitt ógvuliga »avslappað forhold« til plastposar og einnýtis-plast, tí hann heldur, at tað kanska er líka frægt at brúka einnýtis-plast, sum at brúka búnýti, sum skulu vaskast upp í sápu.

Men treytin er sjálvsagt, at einnýtis-íløtini verða burturbeind eftir forskriftunum. Men sum nú er, fer eitt ótal av uppvaskimaskinum, við sápuvatni, á sjógv hvønn einasta dag, og tað er ikki vist, at tað er betri fyri umhvørvið.

Løgtingið skal nú atkvøða um málið, men tað kann næstan sigast við fullari vissu, at tá ið samgongan ikki tekur undir við tí, verður tað heldur ikki samtykt.