Í morgin fer fyrrverandi bretski vápnaserfrøðingurin og stjórnarráðgevin David Kelly til gravar. Hann tók lívið av sær, eftir at verjumálaráðið hevði latið leka út, at hann var keldan til upplýsingarnar hjá BBC um, at stjórnin hevði gjørt alt ov nógv burtur úr hópoyðingarvápnunum hjá Irak.
David Kelly arbeiddi í verjumálaráðnum, og tað hevur skelkað nógvar bretar, at Geoff Hoon, verjumálaráðharri, hevur gjørt av at fara í summarfrí til USA heldur enn at fylgja sínum gamla ráðgeva til gravar. Sambært Sunday Telegraph hava fleiri aðrir ráðharrar í Blair-stjórnini ávarað Hoon um, at avgerð hansara kann fáa álvarsamar avleiðingar.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Geoff Hoon er fyri atfinningum, tí onnur halda hann taka privatlívið fram um tær politisku skyldurnar. Í februar varð funnist at honum, tí hann fór til Fraklands í vetrarfrí, júst sum bretsku hermenninir í Kuwait fyrireikaðu seg til at fara í kríggj við Irak.
Fleiri bretskir eygleiðarar hava sagt, at Kelly-málið fer at fáa onkrar politiskar avleiðingar, og teir halda tað vera mest sannlíkt, at Tony Blair verður noyddur at fáa sær ein annan verjumálaráðharra ístaðin fyri Geoff Hoon. Hansara seinasta avgerð styrkir heldur ikki støðu hansara, siga eygleiðararnir í London.










