- Vit vilja hava spenning!!! Soleiðis ljóðar svarið altíð, tá ið rithøvundarnir Ingunn Aaamodt, Arne Svingen og Jon Ewo spyrja børn, hvat tey hava hug at lesa. Tað svitast ikki. Tey vilja kenna tann titrandi spenningin á sær, fáa kylingar niður eftir bakinum, lesa um spøkilsi og blóðsúgvarar og trølslig hús. Útboðið er fátæksligt, og tí settu rithøvundarnir sær fyri at fara til forlagið Damm við uppskotinum um spenningsbókarøðina ”Merg & Bein”. Bøkurnar skuldu vera bíligar - og spennandi. Forlagið tók av í stundini. Og nú eru fyrstu bøkurnar komnar.
- Bøkur, sum snúgva seg um yvirnatúrlig fyribrigdi og løgnar verur blandað við realismu eru í vøkstri. Tað liggur í tíðini, sigur Jon Ewo. Hann heldur, at sum miðil er bókin púra vandaleys í hesum sambandi. Tú kanst altíð lata bókina aftur og síðan lata hana upp aftur at kanna eftir, hvat ið hendir. Børn gera sær sjálvum myndirnar, leggur hann dent á. Sjálvur heldur hann, at børn tola tað mesta.
Í næstu bók sínari skrivar Aamodt um ein mannaátara, sum tekur børn til fanga.
- Tað verður ógvuliga óhugnaligt, men sum royndir rithøvundar kenna vit javnvágina, sigur hon.
Jon Ewo tekur støði í teimum tíggju boðunum, tá ið hann skrivar. Í ”Deyðans glaseyga” snýr tað seg um ikki at stjala. Tvey vinfólk fara inn í húsini hjá einum deyðum granna. Har finna tey tvey glaseygu, men við hesum glaseygunum ber til at síggja tey, sum eru deyð. Tey finna eisini eina bók, sum tey skriva nøvn síni í. Bókin vísir seg bara at innihalda nøvnini á menniskjum, sum eru deyð.
Aamodt hevur lagt søgugongdina í sínari bók ”Ræðuligur spádómur” í eitt niðurlagt tivoli. Har verður spátt fyri høvuðspersóninum, at hann skal verða jarðaður livandi. Eini duldarfull tóm hús eru ástøðið í bókini hjá Arna Svingen, ”Deyðiligt blits”.
- Tað er ikki eitt endamál í sær sjálvum at skera dráp út í papp, men vit hava einki mark fyri, hvat ið kann henda við fólki. Tey kunnu sum einki doyggja í bókunum. Tað er munur á at senda hugan á flog og at fara út í einstakar lutir, tí tað er ein partur av søgugongdini, sigur Arne Svingen. Hann minnist sjálvur fyrstu ríkandi lesiløtur sínar: bøkurnar hjá Roaldi Dahl. Hann vildi lesa spenningsbøkur.
- Tað vóru bøkurnar, sum eg las fyrst, og sum gjørdu, at eg helt fram og las onnur sløg av bókum, sigur hann.
- Børn eru undirmettir lesarar. Tey verða ikki so mikið sum rópt lesarar. Tey verða rópt ”málbólkur”, tað er rætt og slætt ljótt og óforskammað. Vit taka lesarar okkara í álvara. Tey eru ikki klientar ella nakar málbólkur, sigur Ewo.
Rithøvundarnir vænta at skriva seks bøkur um árið. Bøkurnar í røðini kunnu 7 ára gomul lesa eins væl og 16 ára gomul, siga tey við foreldur, sum halda, at alt verður so óhugnaligt.
- Tá er trúgvin á orðsins makt farin út um alt mark. Børn eru tikin úr leikum, tá ið tað kemur til at duga á at skyna, nær tey skulu tendra og sløkkja.
- Hetta er ein lesiuppliving, sum tey fara at minnast, tá ið tey verða tilkomin, og sum fær tey at brellast eftir meiri lesnaði seinni, staðfestir Jon Ewo.
Kappast um rættindini
Tær fyrstu tríggjar bøkurnar í ”Merg & Bein”-bókarøðini eru seldar til fleiri lond, men føroyskt er fyrsta fremmandamálið, sum bøkurnar koma út á. Ikki færri enn trý donsk forløg kappaðust um at fáa rættindini til at geva bøkurnar út á donskum.
– Vit merkja, at spenningsbókmentir fyri børn eru eitt rák í tíðini, sum er nógv eftirspurt, sigur John Erik Riley, forlagsstjóri fyri barna- og ungómsbøkur á Damm, sum eisini hevur staðið fyri norsku útgávunum av Harry Potter.
– Børnum og ungum dámar at royna, hvar ið markið gongur. Tað er okkum ein fragd at sleppa at geva hesar bøkurnar út. Hetta er marrukendur lesnaður fyri tey djørvu, og vit vóna, at føroysku lesararnir verða ræddir. Vit hava longu merkt stóran áhuga fyri bókunum, bæði frá norsku bókahandlunum, fleiri útlendskum forløgum og filmsfyritøkum. Og tað er stuttligt, at bøkurnar longu í ár koma út í Føroyum eisini, sigur John Erik Riley.
Um Merg & Bein
Á bloggu sínari greiðir Ingunn Aamodt frá, hvussu bókarøðin kom í lag: Fyri tveimum árum síðan fekk eitt hugskot so smátt skap. Starvsfelagar mínir, Arne Svingen og Jon Ewo, og eg klaktu eina nýggja verkætlan til eina barnabókarøð.
- Vit settu okkum fyri at skriva eina bókarøð av spenningsbókum til børn millum 9 og 13 ára aldur. Í bókarøðini skuldu vera bæði søgur um spøkilsi, óhugni, krimi og spenningur og eita “Merg & Bein”. Bøkurnar skuldu kosta so lítið, at børn hava ráð at eiga tær, og vit vildu hava stór uppløg. Vit trý skuldu "eiga" bókarøðina, soleiðis at skilja, at eingin annar enn vit trý sleppa at skriva hana. Vit trý skriva tvær bøkur í part um árið, so at seks bøkur koma út um árið. Vit hildu fleiri fundir við Damm, har vit skiftu orð um eitt leskiligt skap og snið og búmerki, framdrátt og marknaðarføring. Vit hava ongantíð upplivað, at eitt forlag hevur lagt so nógv fyri og víst okkum so stórt álit viðvíkjandi tí, vit áður hava gjørt. Tað eru vit ógvuliga fegin um.
--
Nýggjar bøkur:
Forlagið Nýlendi
Deyðiligt blits av Arna Svingen
Ræðuligur spádómur av Ingunn Aamodt
Deyðans glaseyga av Jon Ewo
Jákup í Skemmuni týddi
Myndir: Olve Askim og Ronja Berge
Bøkurnar eru 150 blaðsíður hvør og kosta 100 kr. hvør
--
--
Deyðans glaseyga
Jónas Bentel er einsamallasti tólváringur í heiminum. Hann gongur við einum stórum loyndarmáli í húskinum, sum forðar honum at tosa við onnur fólk. Hann hevur altíð vónað, at onkustaðni gongur hansara besti vinur, sum líkist honum, men hann hevur ilt við at trúgva tí. Alt hetta broytist, tá ið Ann byrjar í flokkinum. Hóast tey bæði tykjast sum beinir mótsetningar, kennir Jónas á sær, at tey eru sum skapt til at gerast allarbestu vinir. Og soleiðis verður tað eisini.
Jonah lokkar Ann at koma við sær inn í eini fallkomin gomul hús, sum hava staðið tóm, síðan eigarin Sanderson doyði fyri trimum árum síðan. Tá ið tey í hesum óunniligu húsunum koma fram á glaseyguni hjá tí deyða, følir Jonah, at okkurt ræðuligt er um at henda. Og man hann ikki hava rætt í tí? Bøkurnar hjá Jon Ewo í “Merg & Bein”-røðini taka allar støði í einum av tíggju boðunum. Hesuferð er tað 6. boðið: Tú skalt ikki stjala.
Ewo, Jon
Jon Ewo (f. 1957) er úr Oslo. Hann hevur arbeitt sum ráðgevi, blaðstjóri, rithøvundur, fríyrkismaður og forleggjari. Í virki sínum sum rithøvundur hevur hann fingið sera nógvar virðislønir. Í 1993 kom fyrsta ungdómsbók hansara. Síðan hevur hann m.a. skrivað ein heilan hóp av ungdómsskaldsøgum, sum eru ætlaðar ungfólki, sum tráar eftir at lesa okkurt realistiskt og sambæriligt við sítt egna lív. Allar bøkur hansara hava ein fittan skamt av skemti og speisemi í sær. Hann hevur harumframt skrivað barnabøkur og ektaðar krimisøgur, og fyri ymisk bløð og tíðarrit hevur hann skrivað greinir og bøkur um telduna, CD-ROM og Alnetið.
--
--
Deyðiligt blits
Arne Svingen, sum er royndur søgusmiður og spenningsmakari sigur okkum í “Deyðiligt blits” frá trimum vinmonnum, Balduri, Snorra og Tóra, sum keða seg í summarfrítíðini. Líka til oddafiskurin fær tað hugskot, at teir skulu sníkja seg inn í eini trølslig og óunnilig hús í grannalagnum, sum fólk eru flutt út úr, og hava staðið tóm leingi. Teir brynja seg við talgildum myndatóli, sníkja seg rúm úr rúmi og taka myndir av sær sjálvum í bølamyrkrinum. Tá ið teir seinni hyggja at myndunum, loypur hjartað eitt slag um, tí teir síggja nakað óvæntað: Onkur liggur í seingini. Hin yrkiskøni Svingen dugir so óføra væl at lýsa dreingjafelagskap og somuleiðis skapa spenning.
Svingen, Arne
Arne Svingen (f. 1967) hevur skrivað ein hóp av bókum fyri børn, ungdóm og vaksin, og hevur fingið nógvar virðislønir. Hann stjórnar tíðarritinum Forfatteren og hevur frammanundan arbeitt sum tíðinda- og filmslistamaður. Hann er trúgvur gestur í norskum skúlum, har hann tosar um lesnað, egnar bøkur og hevur skriviskeið. Forfatteren hevur gjørt nógv burtur úr at reisa kjak um lesivanarnar hjá ungdómi og roynir serliga at fáa ungar dreingir at lesa fleiri fagrar bókmentir.
--
--
Ræðuligur spádómur
Miriam og Tummas hava gjørt nakað, sum tey als ikki hava fingið loyvi til. Tey hava sníkt seg inn í trølsliga tivoliøkið at leita eftir einari spákonu. Miriam hevur hoyrt, at alt, sum henda spåkonan sigur, gongur út. Og tað ikki so galið, tá ið tú fært lovaðan nýggja súkklu ella ein fittan hundahvølp. Men hvat gert tú, tá ið tú fært spádda eina vanlukku, og at reytt blóð skal hylja tínar hvítu skógvar? Miriam fær alt annað enn enn hugnaligan spádóm frá hesari gomlu spákomuni í tivolinum. Ber tað til at snara lagnuni?
Aamodt, Ingunn
Ingunn Aamodt (f. 1965) er úr Honningsvåg. Hon er fyrst og fremst kend fyri ævintýrligu metsølubøkurnar um “Pulverkeksa”. Hon er útbúgvin lærari í list og handverki. Umframt barnabøkurnar, sum hon fór undir at skriva í 1998, hevur hon eisini skrivað onkra yrkisbók. Hon eigur drúgvan lut í “Merg & Bein”-verkæltanini og er tikin úr leikum at skapa spenning fyri børn og ung.
--
--
Sagt um Merg & Bein - bøkurnar:
"Hvør á sín hátt eru hesar bøkurnar akkurát passaliga óunniligar til at lokka tey, sum ikki tíma at lesa, til at taka eina fríløtu frá telduspælium."
Guri Fjeldberg, Bergens Tidende
"Hetta eru spennandi krimibøkur, sum ein við allar møguligari góðari samvitsku kann geva ungdómi, allar tríggjar."
Kirsten Viker Lunde, Oppland Arbeiderblad
"Mitt besta viðmæli til hesa bókarøðina"
Maya Troberg Djuve, Dagbladet
"Við bókarøðini «Merg & Bein» gevur Damm okkum eitt óhugnaliga gott alternativ til ungar lesarar. Samanumtikið ein óhugnalig og um somu tíð fitt frásøgn, sum er inn at beini dygdargóð."
Alexander M. Schindler, Vårt Land
--
Myndatekstur:
Ferðin er nógv í øllum trimum bókunum. Hendingar og eyðkenni hjá leikarunum eru sum í krimibókum, og lesarin verður ikki við sviðusoð. Hvør bókin endar við fyrsta kapitli úr næstu bók. Henda bókarøðin er serliga ætlað 9-13 ára gomlum, men fyri tað kunnu bæði 7 og 16 ára gomul hava líka stóra gleði av bókunum, halda høvundarnir.










