Ferðgáar til Miðvágs

Landsverk fer at seta nakrar ferðgáar upp í Miðvági, men annars eru ongar ætlanir um at gera nakað við vandamikla vegin. Forkvinnan í Ferðslutrygd heldur, at hetta er eitt stig rætta vegin, men langt frá nøktandi

Tað liggja ongar ætlanir um at gera nakað við vegin í Miðvági í nærmastu framtíð. Tað staðfestir Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverk. - Vit fara fyrsta dagin at seta ferðgáar upp, og royndirnar við teimum siga okkum, at bilførararnir trýsta og bremsuna og minka um ferðina, tá teir síggja ferðgáarnar. Hetta verður eisini einastu tiltøkini beint nú, sigur stjórin á Landsverk.
Ein ferðgái er hesi skeltini, sum standa við vegjaðaran og blinka, tá ið tú koyrir skjótari enn tú hevur loyvi til, og tað eru tílíkt skelti, sum Landsverk nú fer at seta upp í Miðvági.
- Tað ber ikki til at bara stilla nakrar forðingar upp her og har, tí hetta má viðgerast av teimum røttu fólkunum. Handla vit í óðum verki, so kann ringasta avleiðingin vera, at vit gera vegin nógv ótryggari enn hann er, sigur Oyvindur Brimnes.
Hann vísir eisini á, at øll skelting og allar merkingar skulu viðgerast, og at hetta tekur tíð. - Vegamyndugleikar, kommunali myndugleikin og ferðslumyndugleikin skulu allir hava sítt at skula sagt, og tískil hendir onki frá degi til dags, staðfestir Oyvindur Brimnes.

Allur bati bøtur
Rúna Sivertsen er formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Hon sigur, at allur bati bøtur og ásannar, at hóast ferðgáar hvørki er besta ella næstbesta loysnin upp á trupulleikan av vegnum í Miðvági, so er tað eitt stig tann rætta vegin.
Hon sigur tó, at tað als ikki kann góðtakast, at onki er gjørt frá landsins síðu enn. - Vegurin skal vera gjørdur á ein slíkan hátt, at hann ikki leggur upp til, at bilarnir skulu koyra skjótt. Tað er eisini okkara heilt greiða meining, at allir landsvegir eiga at liggja uttan fyri bygt øki, sigur Rúna Sivertsen, sum er greið yvir, at tað hvørki hendir í dag ella í morgin, at vegurin í Miðvági verður lagdur út um bygdina. - Tað hevði tó verið tað optimala, men tá tað ikki ber til her og nú, so átti hámarksferðin at verið sett niður til 30 km/t, eins sum hon átti at verið allastaðni har børn spæla og familjur búleikast, staðfestir Rúna Sivertsen.

Arbeiða av øllum alvi
Elias Næs er formaður í tekniskunevnd í Miðvágs kommunu. Hann veit at siga, at arbeiðið við vegnum í Miðvági byrjaði fyri nógvum árum síðani, men er eisini steðga upp fleiri ferðir.
Men nú er gongd aftur í málinum: - Vit høvdu fund við ein verkfrøðing 12. juni um, hvør besta loysnin til vegatrupulleikan er. Á fundinum løgdu vit nøkur hugskot fram um, hvussu vit ímyndaðu okkum at tað kundi verið gjørt, og verkfrøðingurin, sum arbeiðir av øllum alvi í løtuni, hevur lovað at venda aftur við einum uppleggi í fyrru helvt av august, sigur Elias Næs úr Miðvágs kommunu.
Spurdur um, hví kommunan ikki langt síðani hevur gjørt okkurt við trupulleikan, sigur Elias Næs, at kommunan hevur havt sínar fíggjarligu trupulleikar at dragast við, og pengar hava ikki verið til tess fyrr enn nú.
Hann sigur eisini, at ferðslan er nógv broytt síðani tunnilin kom. - Bilarnir koyrdu munandi skjótari gjøgnum bygdina áðrenn tunnilin kom, tí allir skuldu náa Sam. Men tá tunnilin kom og ongin Sam var, slakkaðu allir bilarnir av og ferðin minkaði heilt fitt, greiðir Elias Næs frá. Hann heldur tó, at seinastu tíðina eru bilarnir farnir at koyra skjótari aftur gjøgnum bygdina. Uttan at vita heilt hví so er, nevnir Elias Næs nógv øktu flogferðsluna sum eina møguliga frágreiðing.
Miðvágs kommuna fær tó ikki at gjørt nakað við, at bilarnir nú aftur eru farnir at seta ferðina upp, tá teir koyra gjøgnum bygdina. Meginparturin av bygdaráðnum er í feriu, og fyri at kunna gera nakað sum helst, má bygdaráðið vera savnað.
- Tað er heldur ikki til nógva nyttu, um vit handla fyrst og hugsa aftaná, sigur Elias Næs, formaður í tekniskunevnd í Miðvágs kommunu.
Við øðrum orðum mugu íbúgvarnir í Miðvági taka til takkar við ferðgáum til einaferð í august mánaði, tá eitt upplegg frá einum verkfrøðingi kemur um, hvussu viðurskiftini í bygdini kunnu betrast.