Fer frá vegna sparingar til mentan

Lars Wegendal, formaður í mentanarnevndini hjá Norðurlandaráðnum, hevur sagt sessin frá sær, tí hann góðtekur ikki sparingar innan mentanarøkið

Ætlanin er at spara fimm prosent av játtanini til mentan hjá Norðurlandaráðnum, soleiðis at globaliseringin kann verða raðfest hægri. Tí leggur formaðurin í nevndini fyri útbúgving og mentan, Lars Wegendal, nú frá sær.

Stórar broytingar í fjør høvdu við sær, at meiri peningur skuldi fara til verkætlanir og minni til umsiting.

- Hetta er syndarligt! Avgerðin at skava fimm prosent av játtanini til mentan, fyri at lata meiri til arbeiðið við globalisering, er í andsøgn við lyftini vit góvu teimum sum arbeiða við mentan í fjør. Eg kann ikki hyggja tey í eyguni aftaná hesa ráðagerð, sigur Lars Wegendal, sum er limur í sosialdemokratiska bólkinum í Norðurlandaráðnum.

Norðurlendsku stjórnarleiðararnir hava longu avrátt, at Norðurlond skulu gerast meiri sjónlig og kappingarfør í globalum sambandi. Til hetta endamál verða 60 mió. kr. tiknar úr vanliga rakstrinum í fíggjarætlanini fyri 2009, harímillum eisini fimm prosent frá mentanini. Eftir hvat ið skilst, er tað eisini í hesum sambandi at orðaskiftið um játtanina til Norðurlandahúsið í Føroyum hevur stungið seg upp.

Lars Vegendal heldur andsøgn verða millum at vilja raðfesta globalisering og at skerja játtanina til mentan.

Lars Vegendal, sum heldur fram sum vanligur limur í Norðurlandaráðnum, boðaði frá avgerð sínari á fundi hjá Norðurlandaráðnum í Stavanger týsdagin, skrivar Norden.org.