Týsdagin fær Bretland nýggjan stjórnarleiðara. Tað er Konservativi flokkurin, sum velur nýggjan formann og harvið eisini nýggjan forsætisráðharra.
Jeremy Hunt og Boris Johnson eru um boðið.
Bretski fíggjarmálaráðharrin Philip Hammond sigur, at hann leggur frá sær, um Boris Johnson gerst forsætisráðharri. Tað skrivar BBC.
Tað er eisini sannlíkt, tí Boris Johnson er stórfavorittur at taka við sum nýggjur forsætisráðharri.
Vinnur Boris Johnson, hevur hann greitt frá, at Bretland so skal úr Evropasamveldinum í seinasta lagi 31. oktober, sama, um avtala millum Bretland og Evropasamveldið er undirskrivað ella ei. Sostatt er møguligt, at eitt sonevnt no deal Brexit verður veruleiki.
Hinvegin er Jeremy Hunt ímóti Brexit, men hann hevur fyrr sagt, at hann vil syrgja fyri, at Bretland fer úr Evropasamveldinum, tí tað hevur bretska fólkið valt. Tó verður 31. oktober ikki neyðturviliga endaliga freistin, tí Jeremy Hunt vil heldur útseta Brexit enn at fara úr Evropasamveldinum uttan eina avtalu.
Longu áðrenn atkvøðuna, sum verður mánadagin, hevur Philip Hammond gjørt greitt, at hann leggur frá sær sum fíggjarmálaráðharri, verður Boris Johnson forsætisráðharri.