Føroya Handilsskúli í Havn skal hava nýggjan skúlastjóra, nú verandi stjóri, Reidar Nónfjall hevur sagt upp - Átta ár í sama starvi. Tað er nóg mikið, og tá hevur man havt allar møguleikar at ávirka gongdina.
Hetta sigur Reidar Nónfajall, sum hevur sagt seg úr starvinum sum stjóri á handilsskúlanum í Havn.
Hann fer frá við røttum ryggi og klamsar ikki hirðina eftir seg.
- Eg eri komin væl út av tí við øll og haldi fram skúlaárið út, sigur hann.
Reidar Nónfjall hevur ikki nakað nýtt arbeiði í kikaranum. Hann hevur áður fingist við ráðgeving og fer kanska at gera tað aftur í eina tíð.










