1. deild: Eftir sera trilvandi fyrstu umfør vann blaðunga Skála liðið fyri aðru ferð á rað sannførandi sigur. Mest sum alt fólkið er skift út, síðani skálamenn vóru við í kappingini um FM, og Skála hevur verið langt niðri og vent.
Nú royna skálamenn seg aftur í næstbestu deildini. Fyrstu umførini bendi einki á, at tað skuldi hilnast nakað serligt, men nú er ferð komin á ungu menninar.
Fyri viku síðani vann Skála 4-0 á útivølli ímóti 07 Vestur, og í dag var úrslitið 3-0, tá ið teir næstbestu í Víkingi vitjaðu á Skála.
Tvey mál vórðu skorað síðstu minuttirnar undan hálvleiki. Jákup Johansen og Niklas Poulsen skoraðu, og tíggju minuttir undan leikloki staðfesti miðvallarin Erland Berg Danielsen 3-0 heimasigurin.
Skála er á sætta plássi við sjey stigum, og Víkingur er næstaftast við tveimum stigum.