Dagfinn Olsen
Ikki so sjáldan fáa fjølmiðlar vitjan av skúlaflokkum, eldri og yngri. Tá næmingar úr 10. flokki vitja, so er vitjanin av meira fakligum slag, tí umframt at forvitnir næmingar sleppa at síggja fjølmiðlaheimin virknan innífrá, so er vitjanin partur av tí leið, ið tey hava valt at ganga í 10 flokki. Oftast er nevniliga talan um 10. floks næmingar, ið ganga á miðlabreyt.
Samstarv
Næmingar hava møguleika at velja seg inn á ymsar breytir. Tað kann t.d. verða heimkunnleiki, list ella ítrótt. At royna seg á miðlabreytini hevur stóran áhuga millum næmingar. Í Havnar Kommunu er tað soleiðis, at skúlarnir samstarva. Eysturskúlin, Venjingarskúlin og Kommunuskúlin halda til á miðlabreytini á Eysturskúlanum og eisini er miðlabreyt í skúlanum á Argjum. Á henda hátt er lættari at fáa breytina á beinini og at ganga ynskjum hjá næmingum á møti. Velja bert 2 í einum skúla breytina, so er næmingatalið ov lágt, men samstarva skúlarnirog leggja saman, so er lættari at fáa gongd á.
Breytin fyllir rættilga stóran part av tímatalvuni. Tveir dagar eru settir av. Mánadag og týsdag hava næmingarnir á miðlabreytini í Havnar Kommunu 12 tímar í fjølmiðlaheiminum. Tveir lærarar taka sær av hesum.
Dentur verður lagdur á at læra at skriva og nýta teldur. So við og við koma royndirnar og farast kann víðari. T.d. er ein blaðútgáva partur av arbeiðinum.
Taka støðu
Ætlanin við breytunum er, at næmingar fáa eitt øðrvísi ár og hava møguleika at velja seg inn á breytir, ið tey hava áhuga fyri. Soleiðis menna tey sínar sterku síður, mótvegis kanska at hava enn eitt ár við vanligu lærugreinunum, harav nógvar ikki siga øllum so nógv.
Lærararnir á fjølmiðlabreytini meta til dømis, at næmingar læra at samstarva og so er eisini mennandi og spennandi at hitta fólk úr øðrum flokkum og øðrum skúlum. Og samstarvast skal eisini við hesi nýggju fólk.
Er ein ikki alt ov kræsin 10. floks næmingur, so er helst gjørligt at finna eina breyt at ferðast á, har ein finnur áhugaverd støð at steðga á. Næmingarnir mugu taka støðu til, hvussu síðsta ár teirra í fólkaskúlanum skal verða innihaldsliga.
Breytirnar eru nógvar, eisini í veruliga lívinum, og tað er ikki vandaleyst at ferðast. Ein eigur heldur ikki at undirmeta týdningin av at finna røttu breytina.