Ferð eftir ferð til Stóru Dímun

Ein av vøkru oyggjum okkara er Stóra Dímun, og sum mong hava ynskt sær at vitja. Henda møguleikan hava teir umborð á Norðlýsinum givið fólki, og 2. hvítusunnudag vóru um 40 fólk útferð á oynni.

- Tað vísir seg, at fólki dámar sera væl henda túrin, sigur Birgir Enni, fyriskipari og skipari umborð á Norðlýsinum. – Serliga væl dámar teimum, tá vit fara vestur um Skúvoynna og Sandoynna, eins og vit gjørdu henda dagin.

Teir hava skipað fyri hesum ferðunum síðani fyrst í 90’unum. Hvussu nógvar tær eru, hevur hann ikki talið á.

- Men tær eru kanska 100 í tali – ella fleiri. Eg veit tað ikki, sigur hann.

Tey sum ikki enn hava upplivað Stóru Dímun “from the seaside”, fáa aftur møguleika fyri hesum sunnudagin.

- Vit eru púrasta bundin at veðrinum, og tí fáa vit ikki altíð lýst við túrunum í góðari tíð. Men veðurforsøgnin boðar í øllum førum frá góðum, og tí verður lagt til brots aftur sunnudagin, sigur Birgir Enni.

(Mynd: Jógvan Jón Petersen)