Ólavur Petersen
ois@petersen.mail.dk
Jóvan við Keldu, politikari og framstandandi fríkirkjumaður alt sítt lív, sigur við internetsosialin seg vera samdan við dómpróstin í, at tað ber ikki til at evsta politiska valdið er í hondini á politikara sum ikki er limur í fólkakirkjuni.
Nú veit eg ikki, um J.v.K er ella hevur verið limur í mentamálanevndini; men eftir so nógv ár og royndir á Føroya løgtingi átti hann at vitað, at verðsliga valdið hevur einki við innara lívi í kirkjuni at gera (andaligt regimenti).
Men í sama andadrátti vil eg bera yvir við Jógvan við Keldu, tí bispur og dómpróstur hava í sambandi við smíð av kirkjulógum næstan bara verið inni á umráðnum sum hava við verðsliga regimenti at gera.
Tá í samlaðu lógirnar eru komnar upp á pláss, so eigur verðsliga regimentið einki at hava við kirkjunnar lív at gera, og kirkjan (andaliga regimentið) eigur einki at hava við verðsliga regimenti at gera.
Men landið kann framvegis áleggja kirkjuni (prestaembætinum) verðsligar uppgávur, sum t.d. jarðaferðar/kirkjugarðsmyndugleika og skráseting, tær sokallaðu kirkjubøkur ella av kirkjuni nevndar pastoralbøkur.
Tá Bjarni Bæk stígur fram í Útvarpi Føroya um yvirtøku av fólkakirkjuni á ólavsøku, so er tað ein kroystur B.B., sum sær møguleikan í at hansara lívsverk gleppur sær av hondum, nevniliga, at andaliga regimentið skal valdast av verðsliga regimentinum.
Nú Hans Jacob Joensen sigur seg fara úr bispaembætinum 1. november, vegna yvirtøkuna á ólavsøku, og dómpróstur sigur seg vilja boykotta arbeiði til fyrireikingar av yvirtøkuni, so er tað eitt stórt trýst á politiska myndugleikan.
Poul Michelsen, løgtingslimur, legði seg í útvarpssendingini, 62 norður, uppat sjónarmiðum Bjarnasar, og Jóvan við Keldu hevur próstur drigið upp á tráð, og Andreas Petersen, javnaðartingmaður og formaður í mentunarnevndini, hevur uttan iva longu fingið at vita frá útvaldum javnaðarkammeráti, at ætlanir Bjarnasar alla tíðina hava verið í fullum samljóði við sosialdemokratisku hugsjónina. Sambandsflokkurin vil tvíhalda um leivdirnar av ríkisfelagsskapinum sum longst.
Um skamma stund boðar so samgongan frá, at kirkjan enn ikki er búgvin til yvirtøku.
Sí, so boðar bispur frá, at nú er grundarlagið fyri míni uppsøgn fokið, so eg fari ongan veg, og mín góði vinur Bjarni fer glaður aftur til arbeiðis.