Fer avstað gjøgnum Djúpini

Tá ið stóra ferðamannaskipiðJewel of the Seas kom í morgun til Klaksvíkar, rendi skipið í Sev-linjuna um Leirvíksfjørð.

Hetta gjørdi, at streymurin fór í einum parti av Norðoyggjum. Streymurin var burturi í átta minuttir.

Sambært SEV er linjan, har hon er lægst, 60 metrar yvir vatnskorpuni. Skipið er 53 metrar høgt, so óhappið skuldi ikki kunnað hent, men tað kann vera, at SEV-linjan hevur verið lægri.

Hetta ferðamaannaskipið hevur áður verið í Norðhavnini í Klaksvík, men ta ferðina sigldi skipið nærri Gøtunesi. Teir vilja tó helst sigla mitt gjøgnum fjørðin, upplýsir havnaskrivstovan í Klaksvík.

Tá ið Jewel of the Seas fer avstað aftur, fer tað gjøgnum Djúpini. Har er eingin linja at renna í.

Tað er ongantíð áður hent, at nakað skip hevur rent seg í linjuna um Leirvíksfjørð.