Ferðavinnustevnan 1999

Hildið verður, at úrslitini av stóru Vestnorden Travel Mart sýningini á Hálsi verður, at nógv fleri ferðafólk koma at vitja okkum komandi ár

Útlendskir ferðasmiðir høvdu gyltar dagar í Tórshavn í vikuni. Á fleiri enn 80 básum á stúvstappaða hallargólvinum, gjørdu ferðaseljarar burtur úr sær, og mangt var bæði fyri eyga og undir góma. Londini í Útnorði, Grønland, Ísland og Føroyar vóru við í tiltakinum.


Á íslendskum hestbaki

Íslendingar vóru, sum vera man, best umboðaðir. Ferðavinnuvirki teirra høvdu 54 básar at dusa sær á. Væl sást, at stórur partur av íslendsku ferðavinnuni hvílir á hestbaki. Flestu íslendingarnir høvdu ríðingartúrar á skránni. Har vóru nógvar hugtakandi myndir av kinnareyðum ferðafólki á vøddamiklum hestum, á ferð um heyggjar og rúkandi víddir, klæddar við skarpari gosmyrju. Turrur fiskur, blóðpylsa, havkallur og Svartideyði stóðu frammi við fleiri básar


Á ferð um ísin

Á teimum átjan grønlendsku básunum sást, at grønlendska ferðavinnan er stór og fjølbroytt. Umframt innlendska ísfjallið, ið var við á stevnuni, varð stórur dentur lagdur á ferðir við m.ø. hundasletu yvir veldugu ísklæddu víddirnar, og rasaratúrar á kavaskutarum framvið djúpum jøkulsprungum. Stórur áhugi tyktist vera fyri ferðamannalandinum Grønlandi.


Veðurlagið í brennideplinum

Minsta landið á stevnuni, okkara egna oyggjaland, var umboðað á tólv básum, og føroyska náttúran, ið ikki sást nógv til í táminum í Tórshavn undir stevnuni, var harafurímóti sera væl lýst í føgrum risamyndum í høllini. Farið var um fjøll og í urð, mest í klárum veðrið, men eisini í tøttum támi. Allastaðni var gjørt vart við støðugt broytandi veðrið, meðan krabbagoggur sóust ganga framvið bergi og á dimmgrønum bøi millum súgvandi smálomb á hásummardegi.


Stórar vónir

Best vitjaði básurin tyktist vera hin hjá Atlantsflogi. Sjálvt umboðsfólkini av hinum føroysku básunum sóust við jøvnum millumbilum á básinum, men har var eisini nógv gott undir góman. Føroyska flogfelagið bjóðaði rækju- og royktar laksabitar, og at skola sær hálsin við, varð borðreitt við hvítum víni og svørtum seyðabjóri.

Føroysku ferðavinnuumboðini løgdu stóran dent á, at hin ferðandi eigur at sleppa at seta ferðina saman sjálvur, er hugur til tess. Og allastaðir varð latið væl at. Á føroysku básunum sóust nógvir útlendskir ferðasmiðir, ið kunnaðu seg um møguleikar og prísir. Jaligu úrslitini av stóra tiltakinum verða væntandi, at ferðafólkatalið økist munandi komandi ár, verður hildið.