Ferðavinnustevna í Føroyum

Risastóra ferðavinnutiltaki, Vestnorden Travel Mart, fer av barkastokki í kvøld. Hópur av evropeiskum ferðakeyparum er komin til landi at velja sær ferðir til kræsin evropeisk ferðafólk

Í kvøld verður ferðavinnustevnan, Vestnorden Travel Mart 1999, sett í Norðurlandahúsinum. Talan er um eina tríggja daga drúgva stevnu, ið hevur til endamáls at gera vart við ferðamøguleikarnar í Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Fleiri enn 100 ferðakeypmenn úr øllum Evropa vera við á stevnuni við einum fyri eyga; at keypa ferðir til tey trý fyrireikaralondini. Harumframt vera umboð fyri einar 10 altjóða fjølmiðlar við á stevnuni.


Stevnan hevur so at siga sama snið sum vanligar sølustevnur, ið hildnar verða í ítróttarhallum kring landið, men hópur av tiltøkum hongur eisini uppi í søluátakinum í høllini á Hálsi. Skipað verður fyri útferðum og fundum, eins og Tórshavnar býráð er vertur fyri sonevndum »surprice« tiltaki.


Høllin á Hálsi letur upp fyri teimum innbodnu í morgin klokkan 9.00, og millum klokkan 17.00 og 18.00 er opið fyri almenninginum. Fríggjakvøldið er stevnan lokin, og endabresturin er stórur farvæl-døgverði og dansur á Hotel Føroyum.


Serliga væl verður hjúklað um keypararnar, ið hava vitjað tiltakið. Fyri teimum verður skipað fyri enda-túrum um vikuskiftið.