Ferðavinnufundur í Suðuroy

Suðuroyar Ferðavinnufelag skipar í kvøld fyri fundi í Vági um úrslitið í fjør og ætlaninar í ár. Á fundinum, sum verður í Stóra Pakkhúsi klokkan 18.30, fer ferðavinnusamskiparin at kunna um árið í fjør og tað komandi árið.

Aftaná fáa ferðavinnuveitarar úr allari oynni møguleika at kunna um sínar ætlanir og at koma við hugskotum um, hvussu best er at menna ferðavinnuna í Suðuroynni.

Suðuroyar Ferðavinnufelag sigur seg vóna, at nógvir veitarar og fólk við áhuga fyri ferðavinnuni møta til fundin í Vági í kvøld.