Ferðavinnuútbúvinging skal koma næsta ár

Tíðin at fyrireika eina fulltíðarútbúgving til í heyst í ár er ov stutt, og tí mælir arbeiðsbólkurin til, at skeiðið verður bjóðað út fyrstu ferð næsta ár.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur í dag fingið handað tilmæli um ferðavinnuútbúgving í Vestmanna.

 

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2017 varð peningur játtaður til at fara undir útbúgving í ferðavinnu á Miðnámi í Vestmanna, og arbeiðsbólkur varð settur at gera tilmæli um, hvussu ein slík útbúgving best kann leggjast tilrættis.

 

Arbeiðsbólkurin hevur verið mannaður av Eyðuni Gaard (formanni), Ingibjørg O. Petersen (skrivara), Oysteini Sørensen, Jákupi Andreasen, Guðrið Højgaard, Jóhan Pauli Helgason og Hildu Thomsen.

 

Bólkurin mælir til, at byrjað verður við einum ferðaleiðaraskeiði í heyst, og at sjálv ferðavinnuútbúgvingin verður sett í verk í august 2018, tí tíðarbilið at fyrireika eina fulltíðarútbúgving til í heyst í ár er ov stutt. 

 

Ferðaleiðaraskeiðið er ætlað verandi og nýggjum aktørum í ferðavinnuni og skal skipast sum kvøld- og vikuskiftisskeið. Skeiðið skal partvíst taka støði í ferðaleiðaraskeiðum, sum áður hava verið hildin á Skeiðsdeplinum í Havn.

 

Mælt verður til, at ferðavinnuútbúgvingin, sum skal byrja í august í 2018, verður yrkisrættað og tekur atlit til tørvir í ferðavinnuni í samsvari við broyttu ferðamynstrini í Føroyum. Talan er um fulltíðarútbúgving, sum tekur eitt ár umframt starvsvenjing.

 

Harumframt mælir arbeiðsbólkurin til, at at námsætlanin til lærugreinina Tilfeingi A, sum er ein lærugrein á triðja ári í Miðnámi í Vestmanna, verður endurskoðað, og at tey seks verandi kjarnuøkini í lærugreinini verða víðkað við ferðavinnu sum ein sjálvstøðugum sjeynda øki.