Ferðavinnan stovnað nýtt felag

Næstan 100 fyritøkur í ferðavinnuni hava stovnað nýtt ferðavinnufelag, sum skal savna privatu ferðavinnuna og tala hennara søk Nýggja felagið varð stovnað á fundi fríggjadagin.

-Størsta avbjóðingin hjá ferðavinnuni er at síggja til, at tað, sum vinnan bjóðar, verður so gott sum møguligt, sigur Jákup Sverri Kass, sum var ein av stigtakarunum, við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Eitt av fyrstu átøkunum hjá nýggja ferðavinnufelagnum verður at savna hagtøl, tí tað er neyðugt at fáa so neyv hagtøl sum gjørligt fyri at fáa sum mest burturúr.

-Um vit hyggja at Íslandi, sum ofta er ein fyrimynd hjá okkum, so hava tey har gjørt íløgur, sum gera, at ferðavinnan fer buldrandi avstað. Men av tí at hesar íløgur ikki eru gjørdar her, eru vit eitt sindur av einum eftirbáti, sigur Jákup Sverri Kass við Kringvarpið.