Ferðavinnan skiftir ham

Eitt nýtt búmerki. Ein nýggj heimasíða. Og ein sniðhandbók, ið leggur leistin fyri, hvussu ein umfatandi skelting um allar Føroyar skal fara fram í næstum. Hetta vóru arbeiðsamboð, sum Ferðaráð Føroya kundi almannakunngera, nú føroyska ferðavinnan eftir øllum at døma stendur fyri stórum avbjóðingum

»Síggj Føroyar við nýggjum eygum«.
Við hesum orðum bjóðaði Ferðaráð Føroya til tíðindafundar á Hotel Føroyum fríggjadagin, nú tað stundar til enn eitt ferðavinnuár í Føroyum.
Á tíðindafundinum kundi ein errin stjóri í Ferðaráðnum, Heri Niclasen, avdúka nýggja andlitið hjá Ferðaráðnum, eitt nýtt búmerki, sum Ingvør Nolsøe frá Stephanssonhúsi hevur latið gjørt.
Nýggja búmerkið ímyndar grønar summarklæddar føroyskar oyggjar, sum stinga seg upp úr bláa havinum mitt í Atlantshavinum. Har Ferðarráðið fyrr kallaði seg »Faroe Islands Tourist Board« verður nú bert sagt »Faroe Islands« við bláum stavum, sum skulu ímynda havið.
? Tað gamla navnið var ov langt og ringt at marknaðarføra. Hetta er einkult og greitt og sigur hvat tað er, vit bjóða fram, sigur Ingvør Nolsøe.

Aftan fyri ryggin
Grasgrønar líðir, gjáir, hav, vón og summar eru lýsingarorð, sum the grand lady í føroyska reklamuheiminum knýtir at nýggja búmerkinum.
Sum skilst hava starvsfólkini á Ferðaráðnum umbiðið nýggja búmerki aftan fyri ryggin á stjóranum. Og ikki fyrr enn eitt búmerki var gjørt, løgdu tey tað fram fyri stjóran.
? Eg havi onki ímóti, at fólk arbeiða aftan fyri mín rygg, tá úrslitið er so positivt. Eg fall beinanvegin fyri hesum búmerkinum. Hetta er ein verdigur avloysari fyri okkara verandi búmerki, sigur Heri Niclasen, stjóri.
Nýggja andlitið boðar samstundis frá, at Ferðaráðið arbeiðir við einum nýggjum samleika. Umframt nýggja búmerkið, so arbeiða Stephanssonshús og Ferðaráð Føroya eisini við at gera ein nýggjan imagefaldara, sum skal loysa tann gamla av.

Øktir møguleikar
Ferðavinnan í nýggjum hami. Nýggjur samleiki. Eitt hamskifti. Hetta vóru alt orð, sum stjórin í Ferðaráðnum tók fram, nú ferðavinnan í Føroyum við Ferðaráðnum á odda ætlar at ganga nýggjar leiðir.
Nýggjar og stórar avbjóðingar liggja fyri framman, m.a. tí at nýggja Norrøna er farin at sigla, og tað merkir fleiri og kræsnari ferðafólk. Og tí er umráðandi at gera ein vørr beint nú.
? Sæð frá einum altjóða sjónarhorni bendir alt á, at møguleikarnir hjá Føroyum komandi árini at gera seg galdandi í kappingini um ferðafólkini sýnast rættiliga góðir. Onki kemur tó av sær sjálvum, og vit mugu taka avbjóðingarnar í álvara. Tað verður avgerandi fyri, um Føroyar megna at gaggnýta sítt tilfeingi og møguleikarnar, sum marknaðirnir bjóða. Eitt er at fáa ferðafólk til landið, eitt annað er at lúka krøvini hjá ferðamanninum til gistingar, dygd og áhugaverdar upplivingar av alskyns slagi, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráðnum.

Alt á einum staði
Ein fortreyt fyri at standa seg í kappingini, er at veita dygdargóða tænastu á øllum økjum í ferðavinnuni. Heilt ítøkiliga hevur Ferðaráð Føroya nú ment ein nýggjan portal, sum varð latin upp á Hotel Føroyum fríggjadagin. Hann er at finna á www.visit-faroeislands.com. Hann er ikki heilt liðugur enn, men eitt nú er ætlanin, at tað við tíðini skal bera til hjá ferðafólki at seta túrar saman á heimasíðuni. Heimasíðan skal geva føroysku ferðavinnuni ein felags samleika, og alt skal savnast á einum stað.
Umframt heimasíðuna, so varð ein sniðhandbók til skelting løgd fram, sum skal syrgja fyri, at ferðamaðurin í Føroyum frameftir fær nógv betri leiðbeining enn higartil.
Tað er Tórálvur Weihe, arkitektur, sum hevur havt ta uppgávuna um hendi.