Nógv av teimum væl umtóktu frítíðarplásunum í Teilandi vórðu fullkomiliga oyðiløgd av flóðalduni annan jóladag, og myndugleikarnir rokna við, at ferðavinnan fer at missa umleið hálva aðru milliard krónur um mánaðin teir næstu mánaðarnar.
Men teilendska ferðavinnan hevur ikki mist mótið, men tað fer at krevja vælvild frá bæði myndugleikum og fíggjarstovnum, skal vinnan menna seg aftur. Stjórnin í Bangkok hevur boðað frá, at hon fer at veita vinnuni lagalig lán, men ein talsmaður hjá ferðavinnuni sigur við Reuter, at tað er ikki nóg mikið. Hann roknar við, at bankarnir mugu eisini lata vinnuni lagalig lán, og at tey eiga helst at vera avdráttarfrí tey fyrstu trý árini.
Tey, sum mistu matstovur, gistingarhús og onnur frítíðarhús í flóðalduni, sleppa neyvan at byggja aftur á gomlu grundina. Myndugleikarnir hava sagt, at í framtíðini skulu slík hús byggjast longri burtur frá strondini.