Ferðavinnan skal geva eina milliard
- Ógreiða, politiska kósin seinastu árini hevur køvt framburðin, ið átti at verið í ferðavinnuni.
Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
- Tí má semja fáast um nøkur langtíðarmál fyri vinnuna, heldur felagið.
- Íkastið frá ferðavinnuni er longu stórt, og vinnan skapar arbeiði til nógvar hendur. Hon gevur inntøkur til ymsar vinnugreinar, skundar undir flutningin ímillum lond og innanoyggja og fjøltáttar gistingarmøguleikarnar í Føroyum.
Ferðavinnufelagið hevur staðfest, at útflutningsvirðið í flutnings- og ferðavinnuni er um hálva milliard krónur um árið.
Og Arbeiðsgevarafelagið heldur, at eitt hóskandi mál kundi verið, at hetta samfelagsíkastið varð tvífaldað næstu 10 árini.
Seinnu árini hevur ferðavinnupolitikkurin tó verið so ógreiður, at hann hevur ikki skundað undir framburð í vinnuni, halda arbeiðsgevararnir.
- Heldur hevur hann køvt hann.
Tí halda teir, at tørvur er á semju í løgtinginum um karmar og mál, ið kunnu skapa vøkstur og støðugfesti í ferðavinnuni.
Arbeiðsgevarafelagið heldur eisini, at tað almenna eigur at taka tøk til tess at fremja marknaðarføringina av Føroyum sum ferðamannaland. Hvør sær eru ferðavinnufyritøkurnar í landinum ov smáar at standa fyri hesum arbeiði, og tí má tað almenna ganga á odda.
Fyri at røkka hesum endamáli, heldur Arbeiðsgevarafelagið, at yvirskipaða politiska ábyrgdin fyri ferðavinnuni í Føroyum eigur at verða savnað í Vinnumálaráðnum, sum skal umsita øll vinnumál.
- Vinnumálaráðið eigur at hava eftirlit við, at ferðavinnupolitikkurin verður hildin, og marknaðarføring og menning av ferðavinnutænastum eiga at verða skipað í eina sjálvstøðuga dynamiska eind undir ráðnum, sigur arbeiðsgevarafelagið.
- Hendan dynamiska eindin skal í tøttum samstarvi við vinnuna standa fyri felags marknaðarføring av Føroyum og lutvíst eisini fíggja hana, sigur Arbeiðsgevarfelagið.
- Skal tað verða bíligari at ferðast, ræður um at eggja til meiri ferðslu heldur enn at køva ferðahugin.
- At avtaka avgjøldini er ein máti, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Myndin er av síging í Hvalba, sum hevur ment seg til at verða eitt stórt ferðamál










