Tað vóru 600 fleiri gistingar í ferðavinnuni í fjør enn fyrraárið, tá sólarmyrkingin var. Hetta er ein vøkstur á 0,4 prosent. Talið av gestum var tó 2500 fleiri - frá 62.900 í 2015 til 65.400 í 2016 - sum er ein vøkstur á 4 prosent, skrivar Hagstova Føroya.
Ferðafólk vildu serliga gista á gistingarhúsi, har ein vøkstur var á 8 prosent, meðan leigan av húsi, íbúð, bóli og bita og kamping minkaði við 20 prosentum, skrivar Hagstovan.
Ein triðingur av gistingunum er ferðafólk úr Danmark, og ein fjórðingur vóru føroyingar. Tað var eisini frá føroyingum, at størsti vøksturin kom, síðani frá týskarum, dønum og fólki úr Asia. Størsta afturgongdin var frá bretum, fraklendingun og finnum, skrivar Hagstovan.
Tað er vert at hava í huga, tá man samanber gistingar og gestir í 2016 við 2015, at tað var ein óvanliga stórur vøkstur í ferðavinnuni í 2015 í samband við sólarmyrkingina í mars tað árið. Eisini skal gerast vart við, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir ikki um tann gistingarháttin, ið verður nevndur ‘airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slagi, skrivar Hagstovan.
Les meir um evnið og síggj tølini á heimasíðuni hjá Hagstovuni her