Ferðavinnan riggar til

Ferðavinnan í Eysturoy er farin at brynja seg til summarið. Onkur nýggjur dagstúrur verður væntandi gjørdur, eins og gamlir kenningar eisini verða á skránni

Ferðavinna

Runavík:

Kunningarstovan í Runavík ætlar at hava nýggj tilboð á skránni til tey ferðafólkini, sum vitja Eysturoynna í summar.
Ferðavinnan í Eysturoy arbeiðir í løtuni við at gera ein nýggjan faldara við ferðatilboðum í oynni.
Rannvá Troest, leiðari á Kunningarstovuni í Runavík, sigur, at ætlanin hjá ferðavinnuni er at fáa spjatt tiltøkini um alla oynna. Tað krevur tó, at allar kommunur í Eysturoy hava ábyrgdarfólk, sum kunningarstovurnar og ferðafyrireikararnir kunnu venda sær til fyri at fáa ráð og vegleiðing um ymiskt, sum staðkend fólk skulu til.
Ætlanin er eisini at fáa fleiri ferðaleiðarar. Og dentur verður lagdur á so vítt gjørligt bert at hava staðkent fólk sum leiðarar.
Onkur nýggjur túrur fer at verða lýstur í nýggja faldaranum, sigur Rannvá Troest.
Eitt nú túrurin kring Toftavatn og økið har umleið, sum verður ein heildagstúrur, ið bæði verður gjørdur til gongu og við bussi, umframt at tað eisini verður møguleiki fyri at fáa føroyskan mat serveraðan.
Ætlandi skal túrurin byrja við Runavíkar Sjómansheim, haðani gingið verður við staðkendum ferðaleiðara kring Toftavatn.
Eftir at gingið er um Toftavatn, verður farið niðan á Svangaskarð, har Borðreitt verður við føroyskum mati.
Eftir at etið er, verður farið við bussi av Svangaskarði og vitjað verður í báðum kirkjunum í sóknini, Nes Kirkju og Fríðrikskirkjuni, áðren farið verður aftur á Sjómansheimið.
Av gomlum túrum er at nevna gongutúrin av Selatrað niðan á Eysturoyarsillina. Rasmus Skorheim, bóndi á Selatrað, hevur í fleiri ár staðið fyri hesum túrinum, sum nú tykist rættiliga kendur. Rasmus fer eisini í ár at ganga við fólki í haganum.
Nevnast kann, sigur Rannvá Troest, at eitt ferðalag frá einum donskum landbúnaðarskúla kemur til Føroya í vár og skal búgva á Skótadeplinum á Selatrað. Tey ætla eisini at fara gongutúrin við starvsfelaganum á Selatrað.
Eisini aðrastðani í oynni eru áhugaverd tiltøk. Eitt nú er møguleiki fyri kanorógving og øðrum vatnítrótti á Eiði, eins og gongutúrar eisini veðra gjørdir haðani.
Tó er ikki altíð, at fólk vilja hava ferðaleiðara við. Summi vilja heldur fara fyri seg sjálvan, og tað ber seisini til, sigur Rannvá Troest.
Gjørdur verður ein sonevndur gongufaldari, sum greitt vísir, hvørjar gøtur viðmæltar verða, hvussu merkt er og so framvegis.
Hesin faldarin fevnir um alt landið, og tað eru Ferðaráðið og kunningarstovurnar kring landið, sum standa fyri honum.
Tryggleikin er í hæddini, so um fólk halda seg til tað, sum fyriskrivað er, skuldi eingin trupulleiki staðist av, at fólk eisini fara einsamøll i hagan.