Hilmar Simonsen
hilmar@sosialurin.fo
Hóast langt er á mál, so er nógv gjørt seinastu árini til frama fyri føroyska ferðavinnu. Um ferðavinnan kann gerast eitt týðandi partur av føroyskum búskapi er ein spurningur, sum ofta verður settur. Føroyingar sjálvir ferðast nógv í útlondum, og roynt verður somuleiðis at fáa fleiri útlendingar at koma hendanvegin.
Ferðaráðið og Menningarstovan, sum fyri góðum ári síðani blivu løgd saman í ein stovn, Samvit, arbeiðir við at markanaðarføra Føroyar í útlondum. Og her spælir Norðurlandahúsið ein stóran leiklut, tí tað er ikki minst mentunarligar upplivingar, ið ferðafólk ofta leggja dent á.
- At hava ein mentanarmiðdepil sum Norðurlandahúsið er ómetaliga týdningarmikið, ikki minst fyri ferðavinnuna. Fyri at eitt land skal vera áhugavert, so er umráðandi, at tað hendir nakað, at lív er í. Tað er galdandi bæði fyri okkum føroyingar og útlendingar, sigur Elin Heinesen, stjóri á Samvit.
Norðurlandahúsið er sum vera man eitt norðurlendskt mentanarhús, sum ikki bert kann røkja føroysk áhugamál burturav, men kortini samstarva Samvit og Norðurlandahúsið á fleiri økjum.
- Leiðslan í Norðurlandahúsinum hevur nýliga tikið stig til at fáa samstarv í lag við Samvit, til dømis um eina verkætlan innan norðurlendska ferðavinnu og eina aðra verkætlan um listarligt handverk í Norðurlondum. Hetta eru vit sera fegin um, sigur Elin Heinesen, sum ikki dylir fyri, at Samvit fegin vil samstarva á enn fleiri økjum við Norðurlandahúsið um verkætlanir, sum eru viðkomandi fyri vinnumenning og marknaðarføring, ella ‘branding’, av Føroyum.
Smittar positivt av upp á vinnulívið
Í Grækarismessurøðu síni á Vaglinum í fjør kom Elin Heinesen við einum tanka um, at Føroyar áttu av havt eitthvørt eyðkenni, sum kann ’branda’ Føroyar úteftir. Hon nevndi kuplarnar og innhøgdu hellurnar á Sornfelli sum dømi um hetta.
- Líka síðani eg var smágenta, havi eg spælt mær við tankan um, at vit burdu havt okkurt sovorðið í Føroyum. Eg segði hetta í røðuni, og tað varð eftir øllum at døma væl móttikið, staðfestir hon.
[kursiv]Kundi tað hugsast, at Norðurlandahúsið eisini varð brúkt sum eyðkennismerki at marknaðarføra Føroyar úteftir?[kursiv]
- Eingin sigur, at vit bert skuldu havt eitt av slagnum, so Norðurlandahúsið er eitt gott boð. Vit brúka eisini Norðurlandahúsið nógv í marknaðarføring, tí vit eru jú errin av hesum vakra húsinum.
Hon leggur dent á, at Samvit hevur eitt serstakliga gott samstarv við Norðurlandahúsið, og tað ynskir hon at halda fram við.
- Nógvar útlendskar kanningar vísa, at eitt ríkt mentanarlív og ríkt vinnulív ganga hond í hond. Vit síggja allastaðni, at heimsins leiðandi business-miðdeplar ofta eisini eru mentanarmiðdeplar.
At Føroyar fáa eitt sterkt ’brand’ úteftir kann smitta av upp á vinnulívið, sigur Elin Heinesen at enda.
hilmar@sosialurin.fo