– Ferðavinnan klárar ikki enn eitt summar soleiðis

Tingkvinna vil vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur viðvíkjandi hjálparpakka til ferðavinnuna

Ætlar landdstýrið at hjálpa ferðavinnuni, sum er hart rakt av koronu?

Tað vil Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hava at vita. Tí hevur hon sett landsstýrismanninum í ferðavinnumálum, Helga Abrahamsen, ein fyrispurning um hetta, nú Búskaparráðið mælir til at seta ein nýggjan hjálparpakka í gildi fyri ferðavinnuna.

– Ferðavinnan klárar ikki enn eitt summar í lægsta geari, og lítið bendir á, at henda vinna aftur kann virka eftir vanligum treytum, fyrr enn komið er út í 2022, sigur Bjørt Samuelsen

– Ætlar landsstýrið at lurta eftir Búskaparráðnum, og koma við einum hart tiltrongdum hjálparpakka. Og um so verður, nær, kemur ein hjálpin, og hvussu kann “pakkin” væntast at síggja út? Hvørjar avleiðingar kann tað fáa fyri búskapin, fyri ferðavinnuna og í mun til arbeiðspláss har, eisini í longri høpi, um fyritøkur, sum framvegis liggja lamnar av korona, ikki fáa eina hjálpandi hond til at yvirliva?

– Vinnan hevur uppiborið greið boð um, hvørt landstýrið fer at hjálpa ferðavinnuni, ella ikki, sigur hon.