15 tey kulastu ferðamálini í 2018. Tað er heitið á einum lista, sum heimskendi miðilin Forbes hevur latið gjørt. Og tað merkisverda við hesum listanum er, at Føroyar eru at finna í rúgvuni saman við londum sum Kambodia og Tasmania. Á listanum eru annars Yucatan Peninsula og Mexico City, Bolivia, suður Tanzania, Asheville í North Carolina í USA, Chad, Norður Brazil, Aysén í Chile, Milan, miðøkið í Tibet, Malawi og Egyptaland.
Á heimasíðuni hjá Forbes stendur at lesa, at miðilin hevur vent sær til fleiri stórar ferðaskrivstovur og spurt hvat ferðamál framvegis er trygt ella nýtt. Hvat er at finna, sum hevur eitt huglag onkrastaðni ímillum deydligt og alt ov framkomið? Hvørji støð má ein síggja, áðrenn tey broytast í allar ævir. Hvørji ferðamál fara at umskapa okkum? Og hvar kunnu vit fara frá øllum og umsíður sleppa at anda frítt? Og úrslitið av hesum spurningum vóru millum annað Føroyar.
- Hóast einans áleið 50.000 fólk búgva í Føroyum, so eru framúr matstovur at finna - ein teirra við Michelin stjørnu. Matstovurnar njóta ágóðan av fantastisku atgongdini til heimsins besta fisk og skeljadjór, skrivar Biggs Bradley frá luksusferðaskrivsstovuni Indagare við Forbes.
Føroyar hava av álvara gjørt um seg á ferðavinnuøkinum seinastu tíðina. Meðan vit upplivdu eina øking í ferðavinnuni í 2017 á áleið 17 prosent, kunnu vit vænta, at nógva umrøðan seinastu mánaðirnar fer at merkja, at ferðavinnan eisini fer at standa seg væl í 2018. Umframt Forbes listan vórðu Føroyar fyri stuttum eisini nevndar í væl umtóktari amerikanskari sjónvarpssending hjá CBS sum eitt av bestu ferðamálunum í 2018.