Ferðavinnan í andaleypi

Líka síðan Ferðaráð Føroya varð niðurlagað og seinni gjørdist partur av Samvit, hevur gingið støðugt aftur við ferðavinnuni, sigur Ferðavinnufelagið Ferðavinnufelagið fer nú at gera eina roynd at fáa myndugleikarnar at skilja, hvussu týdningarmikil ferðavinnan er, og hvussu hon kann geva eitt størri búskaparligt íkast.

Heldur enn at menna vinnuna er vinnan støðugt niðurlagað.

- Ferðaráðið ? Visit Faraoe Island er ein niðurlagað og ogreið eind við trimm fólkum, skipað undir einari deild í Uttanríkisráðnum við ongum leiðara, sum annars skuldi víst til aðalstjóran, ið aftur vísir til uttanríkisráðharran, sum nú eisini er fiskimálaráðharri, sigur Ferðavinnufelagið.

Felagið heldur, tað var ein vanlukka at flyta ferðavinnuøkið úr Vinnumálaráðnum til Uttanríkisráðið.

- Og har hava úlvarnir skrætt sundur tað, sum eftir var av ferðaráðnum, sigur felagið, sum vísir á, at fleiri starvsfólk vórðu send til hús, og eingin kom í staðin.

Felagið harmast um, at ferðafólkaavgjøldini til Vága Floghavn vórðu hækkað, tí eingin dugdi at rokna út, hvat tað fór at kosta at yvirtaka flogvøllin.

- Tað er sera ringt at fáa eyga á nakra uppraðfesting av ferðavinnuni, sum Uttanríkisráðið annars tosar um, sigur Ferðavinnufelagið, sum kallar til fundar mikudagin í næstu viku.