Ferðavinna við strendur fyri norðan

Í seinastu viku var ráðstevna hildin í Føroyum, har luttakararnir vóru fólk úr strandalondum fyri norðan, sum tosaðu um ferðavinnu við støði í gamlari strandamentan

Í døgunum 28. apríl til 1. mei skipaði Ferðavinnan í Eysturoy fyri fleirtjóða ráðstevnu, har evnið var ferðavinna við strendurnar í londunum fyri norðan.
Ráðstevnan verður nevnd Northern Coastal Experience, og á stevnuni í Føroyum herfyri vóru luttakarar úr Canada, Íslandi , Hetlandi, Noreg, Svøríki og Finlandi umframt úr Føroyum. Hendan ráðstevnan var tann triðja í røðini.
Fyrireikararnir siga um upprunan til hesar fundirnar, at Northern Coastal Experience, NORCE, er ætlað at vera eitt bindilið millum strandamentanir í útnorði. Talan er um eina trý ára verkætlan, sum byrjaði í 2004 og endar í 2007.
Ferðavinnan í Eysturoy er føroyski parturin av hesi verkætlan, og er við fyri at seta Eysturoynna í fokus, siga fyrireikararnir.
Endamálið við hesi verkærtanini er at tosa og samstarva um gamla mentan í strandaøkjunum hvør hjá øðrum. Í okkara føri tosa vit um grindadráp, skjúts og ymiskt, sum farið er fram frá landsnámtíðini til okkara dagar, greiðir Kjartan Dalsgaard, formaður í Ferðavinnuni í Eysturoy frá. Millum annað hevur tíðin, har farið varð frá bóndasamfelag til fiskimannasamfelag, verið lýst.

Byggja gamlar bygdir uppaftur
Millum luttakararnar á fundinum í Eysturoy hesar dagarnar, vóru fýra sviar úr økinum fram við norðara partin á Botnisku Víkini. Úr býunum Luleå, Skellefteå og Piteå.
Tey greiddur frá, at í teirra øki var farið undir at byggja gomul útróðrarpláss uppaftur. Tað vil siga, at tey settu gomul hús í stand og nýttu tey so til gistingarhus til fólk, sum kom at vitja í økinum.
Í høvuðsheitinum vóru tað sviar, sum vitjaðu, greiddu tey frá. Serliga um summarið. Men um veturin koma alt fleiri útlendingar, sum vilja sleppa at royna at koyra eftir ísinum, sum legst á víkina.
Koyrt verður bæði við kavascootarum og við bili. Serliga hetta seinna er áhugavert hjá frammandafólkunum at uppliva, siga tey.
Um summarið eru tað serliga siglitúrarnir í skergarðinum, sum hava áhuga hjá ferðafólkinum. Alt eftir, sum bátarnir gerast størri og meira nútíðarhóskandi, er ferðafólkatalið eisini vaksið, siga tey.
Tey síggja mun á ferðafólkatalinum, sum hevur verið vaksandi, síðan tey komu við í hetta samstarvið, sum fær stuðul frá NPP ( Northern Peripheri Program) grunninum. Hetta er ein grunnur, har bæði norðurlendskir og ES pengar eru uppií.
Tey siga, at har uppi í Botnisku Víkini hava tey ikki brúkt so øgiliga nógvar pengar sum so til at lýsa í bløðum og við prentlutum við hesum økinum sum ferðamannaøki, sum annars er vanligt. Tey hava heldur lagt seg eftir at nýta internetið, sum røkkur nógv longri, sum tey taka til. Tað er jú heimsumfatandi. Og tey ivast ikki í, at tað eigur ein stóran part av æruni fyri framgongdini í talinum av vitjandi har uppi.
Næsti fundurin av hesum slagnum verður í Skellefteå í september, greiða tey frá. Tá verður temaðið fyri fundin bátasmíð. Serliga fara tey tá at leggja dent á at lýsa bátasmíð, sum tað upp gjøgnum søguna hevur verið í økjunum, sum eru við í samtakinum.