Leygardagin hin 13. februar bjóðar Gjáargarður til dansivenjing, tunnusláttur, kalt borð og dans við Gjógv. Á gistingarhúsunum kring landið er ikki nógv virksemi í vetrarhálvuni.
Í eini roynd at gera okkurt nýtt, sum kann savna fólk, fer gistingarhúsið Gjáargarður leygardagin 13. februar at skipa fyri almennum føstulávintshaldi við Gjógv.
Gjáargarður fer soleiðis at skipa fyri dansiundirvísing, tunnusláttri við vinningum til kattakongar, stórum køldum borði og felagssangi.
Seinni um kvøldið verður dansur í bygdarhúsinum, har Kim Hansen, Fimmboði Lisberg og James Olsen spæla.