Ferðavinna bert fyri menn

Føroyski upplivingarbúskapurin skal ikki bara byggjast á fiskitúrar, fugaveiðu, seglskip og onnur spennandi mannfólkaáhugamál, men eisini ull, tógv og føroyska kvinnumentan. Hetta heldur Maiken Steinberg, sum varð sett sum leiðari á Norðoya Kunningarstovu fyrr í vár.

Leiðarin á Norðoya Kunningarstovu, Maiken Steinberg, ætlar sær at branda Klaksvík sum meira enn ein sjóvinnubý. Kvinnur og kvinnuáhugamál eru alt ov lítið sjónlig í føroysku ferðavinnuni eins og í føroyska samfelagnum sum heild,heldur hon.

- Føroyska ferðavinnan osar av testesteron. Flestu ferðaleiðarar eru menn, ferðafaldarar eru skrivaðir av monnum, og fyrireikarnir av stevnum, festivalum og øðrum tiltøkum eru menn. Hetta ávirkar sjálvandi tilboðini, heldur Maiken Steinberg.

Í snotiligu hølunum hjá Norðoya Kunningarstovu liggja alskyns faldarar og lýsingar. Her verður lýst við seglskipatúrum, kaving og fjallatúrum, men nýggir faldarar um spinnarí og bindiskeið eru eisini at finna.

Tá menninir handan Sjómannadagin fyrr í summar innkallaðu til hugskotsfund, fór Maiken Steinberg við og spurdi, um tað ikki kundi vera onkur kapping við tógvi ella binding, tí Sjómannadagurin var alt ov mannfólkafikseraður.

- Tá eg segði hetta, hugdu teir bara undrandi og spurdu, hvat binding hevði við sjóvinnu at gera, sigur Maiken Steinberg flennandi og heldur fyri, at tað munnu vera fáir føroyingar, sum eru farnir til skips uttan at hava okkurt bundið plagg við.

Í ár var so bæði hespuvinding og og mótasýning við skipstroyggjum, har gentur, sum høvdu verið við Næraberg gingu model.

- Tey bæði fyrstu árini var boyuhopping einasta kapping fyri kvinnur. Hetta helt eg vera pínliga langt úti. Helvtin av manningini í Næraberg vóru kvinnur og nógvir góðir egnarar eru kvinnur, sigur Maiken Steinberg.

- Vit kunnu eisini hyggja eftir standmyndunum í Klaksvík og aðrastaðni. Seinasta Sjómannadag var ein standmynd av tveimum monnum reist á gamla fiskastykkinum hjá Kjølbro. Men hvat gera tveir menn har, tað vóru jú mest kvinnur, sum gjørdu hetta arbeiði, sigur Maiken Steinberg avgjørd.

Í Klaksvík er hondarbeiðsskúli, vevskúli, spinnarí, fleiri bindibúðir, seymibúðir og  heimavirkir. Men hesin veruleiki sást ikki aftur í faldarum og lýsingum um Klaksvík, heldur leiðarin á Norðoya Kunningarstovu.

- Eg veit ikki, hvør orsøkin er. Kanska duga kvinnur ikki nóg væl at markera seg og halda seg framat. Í Klaksvík hava vit Summarfestival, Sjóvinnudag, Norðoyastevnu og Torradagar, men ongar kvinnur eru millum fyrireikarnar av nøkrum av hesum tiltøkum. Menn halda, at alt ber til og stúra ikki so nógv sum vit, sigur Maikens Steinberg flennandi. 


Ferðandi til hondarbeiði

Í summar skipaði Norðoya Kunningarstova á fyrsta sinnið fyri enum upplivingarpakka, sum var bygdur á hondarbeiði.

- Ein ferðastova spurdi, um vit kundu skipað fyri einum túri fyri eitt amerikanskt ferðalið, sum hevði serligan áhuga í føroyskum hondarbeiði, serliga binding, og bóndahaldi. Eg helt hetta vera eitt óført hugskot fyri norðoyggjar, tí her er so nógv handaligt.

Leiðarin á Kunningarstovuni setti seg saman við umboð fyri Vevskúla, Hondarbeiðsskúla og Spinnarí, og tær seymaðu so ein pakka saman, har amerikansku gestirnir vitjaðu kreativu skúlarnir, spinnaríðið og heimavirkið í Klaksvík og síðani vitjaðu í Syrðadali hjá Poulinu Joensen, sum bæði er bóndakona og hondarbeiðslærari.

- Hetta riggaði ótrúliga væl, og ferðafólkini vildu næstan ikki av stað aftur, greiðir Maiken Steinberg frá, og ætlanin er at mennað hetta tilboðið víðari til næsta summar.