Lars Løkke Rasmussen fer at broyta donsku stjórnina, og summar ráðharrastovur verða niðurlagdar Nýggi forsætisráðharrin í Danmark fer væntandi at broyta stjórnina, bæði hvat viðvíkur ráðstovum og ráðharrum
Í fyrsta lagi er greitt, at Danmark skal hava annan fíggjarmálaráðharra fyri Lars Løkke Rasmussen. Harafturat hevur Karen Jespersen boðað frá, at hon vil sleppa frá sum vælferðarráðharri.
Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at hetta seinna kann hava við sær, at vælferðarmálaráðið verður býtt sundur í eitt íbúðar- og innanríkismálaráð og eitt almanna- og javnstøðumálaráð.
Harafturat vænta eygleiðararnir, at Lars Løkke Rasmussen fer at niðurleggja innflytaramálaráðið og granskingarmálaráðið. Tað merkir so helst, at Birthe Rønn Hornbech og Helge Sander fara úr stjórnini.
Mangt bendir á, at Claus Hjort Frederiksen, arbeiðsmálaráðharr, verður nýggjur fíggjarmálaráðharri, og at Peter Christensen fer at loysa Claus Hjort Frederiksen av. Hann er framsøgumaður hjá Vinstra í fíggjarmálum.