Gul til stívt andøvsgul av eystri, seinnapartin snarar hann í ein sunnan og landsynning. Tað verður skíggjað og regn, og seinnapartin í dag verður frægari og helst turt. Í nátt skíggjað og sirm, og hitin alt samdøgrið millum 9 og 12 stig.
Týsdagin sigur hann gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 - 10 m/s og um náttina undir 6 m/s. Skíggjað og skiftandi skýloft. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 13 stig. Mikudagin sigur hann at kalla ongan vind - undir 5 m/s, men seinnapartin veksur hann vindin til 5 - 10 m/s av útnyrðingi. Skiftandi skýloft, og møguleiki fyri sól eisini. Hitin millum 8 - 12 stig.
Hósdagin sigur hann 5 - 10 m/s av útnyrðingi, seinni av vestan og útsynningi. Einstøk æl og sól. Hitin millum 8 og 12 stig.










