Fer at reka ferðavinnu í Norðoyggjum

Torleif Sigurðsson hevur stórar ætlanir um at at fara undir skipaða ferðavinnu í Norðoyggjum við báti sínum Alpha Pilot

Fyri stuttari tíð síðan keypti Toleif Sigurðsson í Klaksvík loðsbátin Alpha Pilot úr Noregi. Ætlanin við bátinum er at reka skipaða ferðavinnu í Norðoyggjum. Báturin er sera væl egnaður til ferðafólkaflutning, heldur eigarin, ið í løtuni arbeiðir við at fáa loyvi frá skipasýninum til at sigla við ferðafólki.


Stórir møguleikar

Torleif Sigurðsson sigur, at hann sær stórir møguleikar í at reka eina skipaða ferðavinnu í Norðoyggjum. Tað krevst bert, at ein fyrireikar túrarnar nóg væl. Og tað er júst hetta, arbeitt verður við í løtuni.

­ Eg kundi til dømis hugsað mær, at vit gjørdu túrar til ymisk áhugaverd støð kring Norðoyggjar, har staðkendir menn kundu verið við og greitt frá, sigur ein framskygdur Torleif Sigurðsson.

Hugsað verður ikki bert um at sigla túrar kring Norðoyggjar við bátinum, men eisini at samskipa túrarnar við gongutúrar í til dømis Svínoynni og Fugloynni.

Torleif Sigurðsson sigur, at neyðugt er ikki altíð at gera túrarnar út frá Klaksvík, hósat báturin hevur heimstað har. Hann heldur, at fleiri av túrunum kunnu eins væl verða gjørdir norðan úr Sundi, tá talan t. d. er um at sigla til Svínoyar. Hetta ger nevniliga túrarnar styttri fyri tey, ið ikki ynskja at sigla ov leingi. Men hann heldur, at best er at hava túrarnar so fjølbroyttar sum møguligt, so at ferðafólk kunnu velja millum styttri og longri túrar.


Verður gjørdur í stand

Alpa Pilot verður í løtuni gjørdur í stand, so hann er sum nýggjur tá summarið kemur. Eigarin sigur, at ikki er nógv at gera við bátin, tí hann er so væl hildin, men kortini ynskir hann at hava bátin í so góðum standi sum møguligt, tí tað eru jú ferðafólk, ið siglast skal við.

Báturin hevur enn ikki fingið loyvi frá Skipasýninum at sigla við ferðafólki. Tað eru so nógv pappírsarbeiði, ið skal fáast frá hondini áðrenn, men Torleif Sigurðsson væntar ikki, at hetta fer at gerast nakar trupulleiki.


Flyta fólk um Leirvíksfjørð

Ikki er óhugsandi, at Alpa Pilot eisini fer at røkja ferðafólkaflutning um Leirvíksfjørð og til og úr teimum ymisku Norðoyggjunum, tá ikki annað ferðasamband er. Hetta heldur Torleif Sigurðsson bátin vera væl egnaðan til, men hann heldur ikki, at báturin kann nýtast til at føra farm.


Fjølmiðlatúr

Ætlanin er, at fara túr við fjølmiðlunum so skjótt báturin byrjar at gera skipaðar ferðafólkatúrar í Norðoyggjum. Torleif Sigurðsson heldur hetta vera ein góðan møguleika fyri at vekja áhuga millum fólk fyri vøkru náttúrini norðanfyri, men nær Alpha Pilot fer sín fyrsta túr kring norðoyggjar við ferðafólki er ikki greitt enn.