Eitt brúgvalag nærkast týsdagin Føroyum av vestri og fer mikudagin at liggja yvir oyggjunum. Hósdagin trokar óstøðug luft seg inn av vestri, men fríggjadagin nærkast eitt nýggj brúgvalag av vestri.
Í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og í støðum regn av og á. Seinnapartin verður støðugari regn. Hitin millum 5 og 8 stig.
Mikudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, út á náttina andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig.
Hósdagin
Gul til stívt andøvsgul av vestari, 5 til 10 m/s, um náttina skiftandi av ymsum ættum, undir 5 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina turt og klárt og hitin millum 2 og 5 stig.
Fríggjadagin
Hann frískar vindin sum frá líður av landsynningi og til náttina verður gul til stívt andøvsgul, 10 til 15 m/s. Fyrst sólglottar, seinni skýggjað. Hitin millum 5 og 9 stig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, út á náttina makar hann vindin og snarar í ein vestan. Skýggjað og regn av og á. Hitin millum 5 og 10 stig.
Sunnudagin
Hann øtlar vindin av útsynningi, og um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Sólglottar, men seinni regn. Hitin millum 5 og 10 stig.










