Fer at osa við spennandi aktivitetum

Fyrireikingarnar til Mentanarnáttina hin 8. juni eru um at verða lidnar, og skráin verður kunngjørd í næstum.

- Tað er nógv spennandi á skránni, og sum nakað serligt fáa vit vitjan úr Íslandi. Íslendsku gestirnar fara eitt nú at grilla uttanfyri Østrøm klokkan 18, og kendi íslendski troubadururin K.K (Kristjan Kristjansson) fer at framføra í Müllers pakkhús frá klokkan 21.

Tað sigur Súsanna Sondum frá Kunningarstovuni í Havn og samskipari av Mentanarnáttini.

Hon leggur aftrat, at skráin er sera fjølbroytt, og Havnin fer at osa av spennandi aktivitetum.

- Tað verður alt frá fjølbroyttum konsertum og framsýningum til  túrar við skjóttgangandi báti á fjørðinum - ja snøgt sagt upplivingar fyri øll, sigur Súsanna Sondum.