Fer at nokta prestum at signa borgarliga gift

Tað merkir, at prestar sleppa ikki longur at signa eitt hjúnarlag ímillum mann og kvinnu, ið eru gift borgarliga

 

Verður tað loyvt samkyndum í Føroyum, fer kirkjan at halda uppat at signa hjún, sum eru gift borgarliga, eisini hjún ímillum mann og kvinnu.

 

Tað ger Jógvan Fríðriksson, biskupur, greitt, nú Løgtingið fríggjadagin fer at viðgera spurningin um at broyta hjúnabandslógina við tí endamáli at staðfesta, at kirkjan kann signa eini hjún, sum eru borgarliga vígd, tá ið hon hevur ritual til tað.

 

Men biskupur staðfestir samstundis, at at hetta fer at krevja eitt nýtt ritual til at signa hjún, sum eru borgarliga gift, bæði hinskyndum og samkyndum.

 

Í løtuni finst einki ritual á føroyskum, ið er løggildað til at signa eini borgarliga gift hjún.

 

Samstundis vísir Biskupur á, at hann ætlar at geva sóknarprestunum tænastuboð viðvíkjandi ritualinum. Tað merkir, at tað ikki framhaldandi verður heimilað prestunum at signa hinskynd, ið eru gift borgarliga, við “heimagjørdum ritualum”.

 

– Antin hava vit eina kirkjuliga skipan við løggildum ritualum, ella hava vit onga skipan sigur biskupur í viðmerkingum til uppskotið, sum meirilutin í Løgtinginum nú ætlar at samtykkja.

 

Biskupur sigur, at tað er embætisøkið hjá honum at gera ritual og hann ætlar ikki at gera nakað ritual til signing av borgarliga giftum, hvørki hinskyndum ella samkyndum.

 

Hann sigur, at skal kirkjan bara hava eitt ritual til at signa eitt hjúnalag ímillum mann og kvinnum, sum eru borgarliga gift, er tað at gera mannamun á hinskyndum og samkyndum

 

–  Ein løgtingslóg, ið gevur føroyingum møguleikan at diskriminera beinleiðis ella óbeinleiðis, er í andsøgn við aðrar løgtingslógir. Tað hóvar ikki biskupi, sigur Jógvan Fríðrikson.

 

– Tess vegna er tað mest sannlíkt, at biskupur fer at mæla til, at signing av borgarligum giftum steðgar, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at í síni trúgv er hann gróðursettur í tí klassisku fatanini av hjúnalagnum, at tað er liður í Guðs skapan og tað er ein skipað samvera millum mann og kvinnu.

 

Hann sigur, at eyðvitað er tað Løgtingið sjálvt, sum ger av um vit skulu hava eina aðra skipan.

 

– Á sama hátt er tað biskupsins avgerð at taka stig til ger av ritualum ella ikki, ger hann Løgtinginum greitt nú upp undir avgerðina.

 

Áður hevur hann eisini gjørt greitt, at tað verður ikki við honum sum biskupi, at vit fáa eitt ritual í kirkjuni til at signa samkynd hjún.