Fótbóltur
- Hetta er bara heilt fantastiskt. Eg hevði ikki droymt um, at tað skuldi eydnast hjá okkum, hóast vit sjálvandi vistu, at møguleikin var til staðar.
Bárður Johannessen var mest sum málleysur, tá dysturin móti ÍF var av. Hann hevði undan hesum boðað frá, at hann nú gavst við fótbóltinum á hægsta stigi, og fyri teir 202 dystirnar í HB-búnanum fekk hann eisini eitt reytt/svart blómutyssi undan dystinum.
Rósurnar mundu ikki verða færri, tá dysturin var av, men sjálvur dugdi Bárður illa at fata tað, sum var hent.
- Vit blivu við at spæla fyri okkara teoretiska møguleika. Men sum støðan var fyri nøkrum umførum síðani, so var hesin bara teoretiskur. Reelt mundu tey flestu halda, at EBS/treymur fór við gullinum, men tað gjørdu teir so ikki.
Tit fingu eingi boð út á vøllin, men tit mundu væl hoyra, tá KÍ hevði lagt seg á odda á Eiði
- Tað var nokk einki at ivast í, hvat var hent, tá vit hoyrdu áskoðararnar. Men vandin var jú eisini, at vit ikki megnaðu at gera okkara arbeiði, so eg má siga, at móttøkan av boðunum var nakað blandað. Tíbetur gekk tað kortini, og tað er fantastiskt at standa sum vinnari eftir eitt slíkt kappingarár. Tað er so fyrsta ferðin, at eg havi roynt tað upp á hendan hátt, og tað ger bara gleðina enn størri!
Tú hevur boðað frá, at hetta var seinasti Formula-dysturin hjá tær. Hvat ætlar tú at nýta frítíðina til nú?
- Tað veit eg ikki. Kanska verið eg meira á hestbaki, sum mær eisini dámar sera væl, staðfesti Bárður.
Fakta um Bárð
Navn:Bárður Johannessen
Føddur: 14. november 1973
fyrsti dystur:29. juni 1996 (HB-TB, 7-1)
Landskappingardystir:145
Steypadystir:48
EC-dystir:9
Meistari:5 ferðir (1998, 2002, 2003, 2004, 2006)
Steypavinnari:2 ferðir (1998, 2004)