Fer at minka um dálkingina við plasti í Havn

Allur bati bøtir, sigur leiðarin á Orku- og brennistøðini í Havn

Allir bati bøtur Tað sigur John Erik Hansen, leiðari á orku- og Brennistøðini í Havn.

Tað gongur alsamt fram á at skilja burturkast og í næstum verður eisini ein skipan sett í verk, har vinnuvirki í Havn skulu skilja ávís sløg av plasti burtur.

Tað skal nevniliga ikki brennast longur, men sendast til endurnýtslu, akkurát sum tey áður skilja pappír og papp.

Leiðarin sigur, at tað merkir, at vinnuvirki, handlar, heilsølur, og aðrar fyritøkur, skulu skilja ávís sløg av plasti frá burturkastinum, sum annars verður sent til brenningar og tað skal síðani latast í sekkir, sum verða heintaðir við jøvnum millumbilum.

Hann sigur, at sekkirnir til plasti eru komnir til landið, men teir eru loystir út enn, men tað verður fyrst í næsta mánað, at nýggja skipanin verður sett í verk.

Hann sigur, at í hesum føri er bara talan um at endurnýta klárt, bleytt plast, og hóast tað er avmarkað til hetta slagi av plasti, er talan um heilt fitta nøgd, tí tað er ómetaliga nógv av vørum, sum verður innflutt, sum er ballað inn í hetta klára plasti.

Umframt at tað verður sent til endurnýtslu, fer tað sjálvagt eisini at minka um nøgdina, sum skal brennast, leggur hann afturat.

Orsøkin til at tað bara er bleytt, klárt plast, sum verður tikið til endurnýtslu, er, at tað er nógv lættast at fáast við, tí skipanin klárar ikki at sortera ymiskt annað plast enn.

Skannararnir, sum kanna, hvat slag av plasti, talan er um, klára ikki at skanna svart plast, fyri at nevna eitt dømi.

Hann leggur afturat, at her er bara talan um at taka plast frá vinnuvirkjum, og sum støðan er nú, eru ongar ætlanir um at lata tey privatu húsarhaldini verða umfatað av eini slíkari skipan.

Tað er ein drúgv og fløkt tilgongd at seta eina slíka skipan í verk fyri privatu húsarhaldini eisini, eitt nú eru tað so ómetaliga nógv sløg av plasti, sum skal skiljast, og harumframt skal samráðast av nýggjum um allir sáttmálar við innsavnararnir hjá brennistøðini.