Fer at krevja nógv av Barnabata

Djóni Eidesgaard tekur fegin við uppgávuni at røkja Í Menniskjum Góður Tokki, men ásannar, at uppgávan er kravmikil

Tað verður frameftir Barnabati, sum kemur at hjálpa børnum í fíggjarliga sperdum familjum, tí Barnabati hevur yvirtikið ábyrgdina av hjálpararbeiðinum hjá Í menniskjum góður tokki.

- Tað er við sorgblídni, at eg gevist, men eg fegnist um, at átakið verður framtíðartryggjað hjá Barnabata, sigur Annlis Bjarkhamar, sum í síni tíð setti átakið á stovn.

 

- Tað eru framvegis alt ov nógv børn í Føroyum, sum dagliga liva við stórum avmarkingum og tí hevur tað verið ógvuliga umráðandi fyri meg, at tann sum tekur yvir framhaldandi fer at hjálpa familjum og børnum til jóla og í samband við barnaføðingardagar og frítíðarítriv, sigur hon.

 

Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, fegnast um, at tey kunnu víðka sítt virksemi við hesum átaki, sum avgjørt fellur innanfyri endamálið hjá Barnabata um at hjálpa og bøta um korini hjá børnum og ungum í Føroyum.

 

Hann ásannar eisini, at hetta kemur at krevja nógv av Barnabata, tá talan er um arbeiðsorku. Hann var gestur í tíðindunum á Rás 2. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.

 

Síðani Í menniskjum góður tokki byrjaði í 2010, hava yvir 2.000 fíggjarliga sperdar familjur fingið jólahjálp, og hesi árini hevur jólahjálpin glett 3.900 børn og latin eru gávukort fyri 5,7 milliónir krónur til jólahjálp, frítíðarvirksemi, føðingardagar og mat.