Fer at kosta okkum dýrt

Verða Føroyar ikki partur av Kyoto, kemur útflutningsvinnan at svíða. Hetta sigur Jákup Pauli Joensen, stjóri í Umhvørvisstovuni. Í Føroyum verður lítið og einki gjørt fyri at minka um útlátið, meðan londini í ES gera alsamt meira bindandi avtalur


Bæði Frankaríki og Týskland hava gjørt vart við, at tey lond, sum ikki eru partur av umhvørvisbindingunum í Kyoto, kunnu ikki fáa somu handilssømdir sum hini. Orsøkin til at hesar handilsforðingar ikki longu eru settar í verk, er at USA ikki hevur staðfest Kyoto sáttmálan. Men tað kann skjótt broytast, tá ein nýggjur amerikanskur forseti situr í Hvíta Húsinum, tá nýggjur sáttmáli skal undirskrivast í Keypmannahavn komandi ár.

- Í Føroyum hava vit bara roynt at lata sum einki og vóna, at hetta gekk yvir. Men jú longur vit eru uttanfyri, jú tyngri verður tað at byrja. Og hetta gongur ikki yvir.

- Heldur føroyska dølskni fram koma vit at svíða bæði samfelgsliga og vinnuliga, tí vit verða útihýst úr tí góða selskabinum, staðfestir stjórin í Umhvørvisstovuni.

Í 2005 bant ES seg til at minka útlátið við fimm prosentum, og til nýggju avtaluna í Keypmannahavn komandi ár verður tosað um, at ES skal binda seg til at minka útlátið við 20-30 prosentum, greiðir Jákup Pauli Joensen, stjóri í Umhvørvisstovuni frá.

Føroyska útlátið av veðurlagsgassum hækkaði við 11 prosentum frá 1990 til 2003. Og 1990 er útrokningarstøðið. Tað vil siga, at um Føroyar skulu minka útlátið við átta prosentum, er talan í veruleikanum um minst 20 prosent.


Mangla grundleggjandi amboð

Føroyska útlátið er hækkað, hóast Føroyar hava staðfest fyrstu veðurlagsavtaluna frá 1992 um ikki at økja um útlátið. Við hesari avtalu bundu vit okkum at boða frá á hvørjum ári, hvussu nógv útlát vit hava, men hetta hava vit heldur ikki gjørt.

- Føroyar hava samtykt avtaluna frá 1992 uttan at seta pengar av til tey tiltøk sum skulu til. Tí eru einastu tølini vit hava frá einari verkætlan frá 2003, har orkunýtslan fyri tíðarskeiðið 1990 til 2003 var kannað, sigur Jákup Pauli Joensen,

- Skulu vit vera partur av Kyoto avtaluni, er tað eitt minsta krav, at vit fáa tey neyðugu stýringsamboðini. Og her er skráseting av orkunýtsluni tað fyrsta, sum má gerast.

Tað er ikki tí hetta er so torført. C02 útlátið er rættiliga lætt at máta, tí tað verður roknað eftir nýtsluni av olju.

- Vit hava leingi eftirlýst eina fasta fráboðanarskyldu, soleiðis at vit høvdu eitt yvirlit yvir, hvat fyritøkur brúka av olju. Men enn er einki gjørt, sigur Jákup Pauli Joensen

Eingi tøl eru fyri føroyska útlátið síðani 2003. Umhvørvisstovan er tó í holt við at gera eina nýggja uppgerð fyri seinasta ári. Hesini tølini verða væntandi tøk ein av komandi døgunum.


Oljunýtslan skal minka

Átøkini fyri at minka um CO2 útlátið snúgva seg bæði um kunningarátøk fyri at broyta almenna hugburðin, sjálvbodnar avtalur við vinnuna um orkusparandi tiltøk og lógarásett tiltøk, har avtalur ikki røkka til.

Lógarásettu tiltøkini fevna millum annað um krøv til bjálving í nýggjari bygging og CO2 avgjøld har inntøkan fer til mening av orkusparandi tiltøkum.

- Í Føroyum hava vit oljuavgjald, men vinnan sleppur undan hesum, og avgjaldið virkar bara sum ein eykaskattur, har einki krav er til at skattainntøkurnar hjá landskassanum skulu fara til orkusparandi tiltøk, greiðir Jákup Pauli Joensen frá..


Munadyggar CO2 kvotur

Munadyggasta amboðið til at minka CO2 útlátið eru kvotur. Hetta hevur altjóða samfelagið viðurkent, og tí er Kyoto sáttmálin gjørdur.

Í 1992 var fyrsta fyrsta veðurlagsavtalan undirskrivað um at minka útlátið av veðurlagsgassum. Men hetta var sjálvboðið, og einasta krav, var at londini árliga fráboðaðu, hvussu stórt útlátið var. Semja var skjótt um, at hetta var ikki nokk. Og við Kyoto avtaluni fingu lond greiðar kvotur.

- Tað munadyggasta um vit skulu minka um útlátið, eru greiðar kvotur, sigur stjórin í føroysku Umhvørvisstovuni. Og grannalond okkara hava víst, at hetta letur seg gera.

Í Kyoto bundu ES londini seg til at minka útlátið við átta prosentum fram til 2012, og í innanhýsis býtingini bant Danmark seg at minka útláti við 21 prosentum. Hetta verður gjørt við at seta kvotur til ávísar vinnugreinar, har fyritøkur antin lækka orkunýtsluna ella gjalda yvirprís.

Øll lond hava ikki somu kvotur, og til dømis hevur Ísland eina kvotu, har teir hava fingið loyvi at hækka CO2 útlátið við 10 prosentum í mun til 1990. Hetta tí tey longu nú gagnnýta varandi orku og hava vinnu í menning.

- Føroyar hava valt ringastu loysnina við einki at gera. Tí so leingi vit ikki eru partur av Kyoto avtaluni, eru vit í vanda fyri at verða heilt afturúrsilgd. Og so leingi vit ikki sjálv fara virkin inn í arbeiðið at seta Kyoto avtaluna í verk, verða vit noydd at finna okkum í teimum rammum, sum onnur seta, sigur Jákup Joensen, stjóri á Umhvørvisstovuni at enda.