Fer at kosta fólki í Havn 1,5 - 2 milliardir krónur

Nú er ein umfatandi orku-ætlan løgd fyri Havnina

Nú er eitt umfatandi ætlan løgd fyri, hvussu Havnin skal hitast í framtíðini. Hetta er ein ætlan, har havnarfólk fáa eitt ítøkiligt boð uppá, hvussu teir ymisku býlingarnir kunnu hitast við einari grønari orku. Samstundis fáa fólk eisini eina fakliga meting av, hvørjar hitaskipanir hóska best til ymsu økini. Í summum býarpørtum verður fjarhitin útbygdur, í summum førum kann luft-til-vatn-hitapumpur vera besta loysn, aðrastaðni er jarðhiti tað besta. Og í fleiri førum eiga felagsloysnir, ella nærhitaloysnir,  at verða umhugsaðar. 

 

Alt hetta er víst í einum hitakorti, sum er ein ætlan fyri, hvussu eitt bygt øki sum Tórshavnar kommuna kann hitast upp, tá ið oljufýringarnar verða útskiftar. 

 

Tað er ráðgevandi verkfrøðingafyritøkan SMJ, sum ger hitakortið fyri Tórshavnar kommunu. Grundarlagið undir ætlanini er, at hesi næstu átta árini skulu 5000 hús og bygningar í Tórshavnar kommunu skifta hitakeldu. Tað fer at kosta hálvaaðru til tvær milliardir krónur, sigur Pætur Jakobsen, stjóri í SMJ, sambært tíðindaskrivi frá Tórshavnar býráði.

 

Samanumtikið verður tað so, at umleið ein triðingur verður fjarhiti, ein triðingur verður jarðhiti og ein triðingur aðrar hitaloysnir - og í hesum føri verður partvís talan um nærhitaloysnir. 

 

Tá ið býráðið umrøddi hitaætlanina herfyri, varð staðfest, at fjarhitin er sera álítandi, men eisini sera dýrur, umframt at tað er tíðarkrevjandi at byggja hann út. Skal fjarhiti veitast teimum flestu húsunum í kommununi, krevur tað íløgur upp á tvær milliardir. Hetta merkir, at verða 100 miljónir krónur brúktar til endamálið um árið, fer tað at taka 20 ár.

 

Í tættbygdum øki er heldur ikki pláss fyri, at hvør bústaður fær sína egnu jarðhitaskipan tí tað skulu vera minst 20 metrar ímillum hvørt jarðhitahol.

 

– Mest skynsamt hevði verið, um grannaløg í tættbygdum býlingum, og í býlingum, sum liggja langt frá fjarhitaleiðingum, skipaðu fingu sær felags orkuskipanir.

 

Skulu øll hava egið jarðhitahol, er el-netið eisini alt ov veikt og má útbyggjast munandi. Hetta ger seg serliga galdandi, um øll akfør eisini verða el-rikin og skulu løðast, men nettupp tí er tað ein góð loysn við felags loysnum.

 

Tað eru longu dømi um øki í Havn, har ein, ella fáir brúkarar, nýta alla orkuna, sum verandi el-net kann veita, og sum forðar fyri, at onnur í økinum kunnu skifta til grønar orkukeldur.

 

Á býráðsfundinum varð eisini upplýst at tað eru eini 7000 hús í Tórshavnar kommunu og 2500 hava skift longu skift til grøna orku.

 

Men sum sum støðan er nú, er økið óskipað tí summastaðni, serliga í gomlu Havnini ræður tað um at vera fyrst at bora – men so sleppur grannin ikki at bora.